Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaaftan umborð á Skálabergi

Oliver Joensen

Frá Skálabergi hava vit fingið sendandi myndir frá jólaaftanshaldinum í gjárkvøldi. Heilsanin og fleiri myndir:

Jólahaldið hjá okkum eydnaðist heilt væl. vit byrjaðu kl. 17.30 við dunnu. Kl 19.30 bleiv sungið, Jógvan Lydersen lær jólaevangeliið. Kaj Kallsberg læs eina søgu og so komu jómamenninir við pakkum frá sjómanskvinnuringinum. Síðani bleiv aftur sungið. Kokkurin bjóðaði jólagreyt og at enda var spurnarkapping, sum Poul og Eli skipaðu fyri, har vóru teir á stýrimansvaktini teir stinnastu.
Alt í alt ein frálíkur jólaaftan í Barentshavinum, sigur Eli Poulsen at enda í heilsanini frá Skálabergi og teir ynskja øllum tað besta og lata heilsa heim.