Nýggj menningar- og samskiftisdeild skal brynja bankan til avbjóðingarnar í framtíðini
Í 2006 rundar Føroya Banki tey 100 árini sum handilsligur banki. Seinnu árini hevur bankin skapt gott lønsemi fyri partaeigararnar við at veita viðakiftafólkunum eina dygdargóða tænastu. Kanningar av nøgdseminum hjá okkara viðskiftafólkum vísa, at viðskiftafólkini eru eins væl nøgd og leiðslan við okkara starvsfólk, sum verða róst fyri sín seriøsitet og sítt nærlagni.
Sum banki vilja vit brúka hetta góða grundarlagið til at menna okkum uppaftur meira. Leiðslan gjørdi tí í sambandi við bygnaðarbroytingarnar herfyri av at stovna eina nýggja deild, sum kallast Menning & Samskifti, hvørs endamál er at menna verandi og komandi virkisøki og at standa fyri samskifti bankans.
Nýggja deildin er nú fullsett og klár at taka av avbjóðingunum, sum framtíðin fer at bjóða. Deildin verður umframt leiðaran, Johnny í Grótinum, mannað við fýra verkætlanarfólkum og einum samskiftisfólki. Verkætlanarfólkini eru Brian Smedemark, Brynhild Høgnadóttir, Brynhild Setberg og Kristina Háfoss. Nýggja samskiftisfólk bankans er Uni Arge.
Brian Smedemark er 25 ára gamal og ættaður av Tvøroyri. Eftir ætlan letur hann inn sína høvuðsuppgávu í búskaparfrøði í januar 2006, soleiðis at hann sum nýklaktur cand.oecon av Århus Universiteti kann fara til verka í bankanum 1. februar.
Brynhild Høgnadóttir er 37 ára gomul, ættað úr Havn og búsitandi á Velbastað saman við manni sínum og teirra trimum synum. Brynhild er bankaútbúgvin og útbúgvin verkfrøðingur frá Ingeniørhøjskolen í Ballerup. Hon hevur síðstu fýra árini starvast í bankanum, har hon millum annað hevur ment eitt nýtt konsept fyri virkna kundarøkt.
Brynhild Setberg er 41 ára gomul og býr í Havn, haðani hon eisini er ættað. Síðani Brynhild fyri 10 árum síðani nam prógv sum cand.merc á Copenhagen Business School, hevur hon einamest starvast við virkismenning. Fyrst á donsku sjúkratryggingarfyritøkuni IHI, har hon millum annað hevði ábyrgdina av at tryggja fyritøkuni atgongd til spanska marknaðin, og síðani á Tryggingarfelagnum Føroyar, har hon síðstu árini hevur verið marknaðarleiðari.
Kristina Háfoss er 30 ára gomul, ættað av Argjum og búsitandi í Hoyvík saman við manni sínum og teirra tveimum børnum. Kristina hevur embætisprógv í bæði løgfrøði og búskaparfrøði av Keypmannahavnar Universiteti. Hon hevur síðstu tvey árini starvast í Landsbanka Føroya, har hon millum annað hevur fingist við at menna føroyska virðisbrævamarknaðin, VMF.
Uni Arge er 34 ára gamal, ættaður út Havn, har hann eisini er búsitandi saman við unnustuni og teirra tveimum døtrum. Uni tók prógv sum journalistur í 1999 og hevur síðan tá starvast sum tíðindafólk á m.a. Dimmalætting, Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Síðsta ár royndi Uni seg eisini sum rithøvund við bókaútgávuni "Komin er nú onnur øld", sum viðgjørdi viðkomandi samfelagslig viðurskifti.
Við hesi góðu manning er bankin brynjaður til at fara undir eina støðuga menningartilgongd, sum skal tryggja, at vit eisini í framtíðini verða fyrsta valið hjá okkara trúføstu viðskiftafólkum og kunnu vaksa á nýggjum virkisøkjum og marknaðum.




