Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður.: Nýggjársheilsan til mínar veljarar, klaksvíkingar og norðingar annars

John William Joensen

Nakrar hugleið-ingar um farin ár í landsstýri og eitt dømi um tá fyrsta einskiljingin varð framd.

Eitt hendingaríkt ár havi eg nú lagt afturum. Hendingaríkt við víðfevndum upplivingum. Tí kundi verið hóskandi við heilt fáum viðmerkingum og seinni við onkrum hugsanum um komandi framtíðarmøguleikar.
Umráðandi er, tá umstøður broytast at duga at fóta sær og at leggja seg eftir at vera við í arbeiðinum fyri at menna land og økið, sum ein er valdur til at útinna.
Í samrøðu, sum tíðindamaður hevði við ein New Orleans  – borgara, nú nakað er fráliðið eftir vanlukkuna, segði hesin: "Vit kunnu ikki sita og bíða eftir statinum, tí so hendir ov lítið. Vit mugu sjálvi fara til verka."

Hevur verið spennandi
Trinnar verkætlaninir, sum eg havi verið við til at tilevna, fari eg í hesum umfari at nevna, og hvørja ávirkan hesar koma at hava: Smyril, Norðoya-tunnilin og Havnin í Ánunum.
Spennandi var, tá eg sum landsstýrismaður yvirtók byggimálið av Smyrli frá Vinnumálaráðnum. Eingin vitsti hvar vit stóðu í hesum álvarsama máli tí, av teimum tíggju skipasmiðjunum, sum vóru í Izar samtakinum, skuldu fýra stongjast. Tí komu verkføll. Hyggja vit í tíðindaflutningin í Spania um hetta mundi, var rein krígsstøða á ymisku skipasmiðjunum.

Aggresiv tingfólk
Løgtingið var á gosi, fyrispurningar í tinginum vóru tættir. Eg varð ákærdur fyri at vísa málinum lítlan áhuga, og so "syrg fyri at fáa skipið flutt til Týsklands at gera liðugt". Uppskotini vóru ótallig og onkur tingfólk dittaðu sær enntá at gera seg klókan í stabilitetinum hjá skipinum.
Hjá mær var eitt at gera: at fáa fatur á ovasta leiðaran í Izar skipasmiðju-samtakinum. Tað vóru Kristian Davidsen, strandferðslustjóri og eg samdir um. Sigast skal, at strandferðslustjórin í byggitíðini framdi gott arbeiði og saman við honum vóru aðalstjórin í Innlendismálaráðnum og løgfrøðingur okkara væl kvalifiserað toymi.

Rætt og búgvið atborið
Eftir nógvar fundir við leiðsluna á Izar samtakinum í Danmark, í Spaniu og ikki minst fundin í Føroyum, har vit gjørdu endaligu avtaluna, uttan at neyðugt var at brúka rættin, men við eini reinari menniskjaligari avtalu, náddu vit á mál. 33 milliónir krónur fingust heimaftur við okkum, og leiðslan á Izar og vit skiltust – í øllum førum fyribils – sum bestu vinir. Fáur roknaði við, at vit fingu nakað av dagbótunum goldnar.
Tað vóru tingfólk, sum hildu vera skeivt at bjóða Izar leiðsluni til Føroya.
Umráðandi er nú, at Suðuroyggin sær álvarsemið í hesum stóra møgu-leika, leggja kommunurnar saman í eina og standa í stríði sum ein maður og ganga plankan út, sum eg fyrr havi nevnt.

Norðoyatunnilin
Eftir tjúgu árum, frá tí eg fyrstu ferð presenteraði Norðoyatunnilin her í blaðunum, har hesin ikki júst fekk bestu uppbakkingina, fara vit nú um fýra mánaðir at koyra ígjøgnum, og soleiðis kappast á jøvnum føti við fyritøkur og stovnar inni á meginlandinum.
Hetta er størsta almenna frambrotið fyri Klaksvík, síðani elverkið á Strond  í 1931 og fyrstu alemnnu havnaútbyggingina í 1937, sum komu í trongum fíggjarligum tíðum, men við djørvum og arbeiðssomum hug-sjónarfólkum, sum tóku ábyrgd av sær sjálvum og tí fólki, ið her búðu.
Her fær Klaksvíkin og Norðoyggjar sín besta møguleika fyri framburði, og eg vóni, at kommunustýrini á Viðareiði og Hvannasundi skilja álvarsemið í góðum samstarvi og eini samanlegging av Norðoyggjum.
At íbúgvararnir møguliga fáa vatn úr tunnlinum, hevði verið ein stórur fyrimunur. Kommunan arbeiðir við at kanna møguleikarnar, um hetta kundi verið ein loysn, ella hon kann gerast ov kostnaðarmikil o.s.fr.

Tunnilgjaldið økist ikki við vegagerð í Leirvík
Tá hetta er sagt, fari eg at gera eina viðmerking til vega- ella tunnilsgerðina í Leirvík, nú hon skal teingjast upp í Norðoyatunnilin.Tá málið var fyri í løgtinginum, setti eg fyrispurning til vinnunevndina um, hvussu hetta so verður fíggjað, tí um so var, at tunnilsgjaldið skuldi økjast við hesum arbeiði, atkvøddi eg ikki fyri málinum.
Svarið var púra greitt frá samgongulimunum og formanninum, at tað kom ikki upp á tal at økja tunnilsgjaldið við hesi íløgu, men varð fíggjað á annan hátt.

Havnin í Ánaunum
Stórur dagur var tað, tá Atlantic Navigator sum fyrsta skipið, fyrstu ferð legði at við Havnina í Ánunum.
Eisini ein tílík og framrættað verkætlan tekur drúgva tíð. Mong ár eru liðin, síðani fyrstu ferð varð tosað um at fara út um Klaksvík við havnagerð, fyri 30-40 árum síðani ella meiri.
Men í 1999 byrjaði havnagerðin, og nú eftir at grótið úr Norðoyatunnil-inum kundi brúkast her, kom verulig gongd á. Nú fáa vit helst bestu havnarmøguleikar í Føroyum, sum Hanus Hansen, stjóri, nevndi. Tí ræður um at fáa hesa havn, sum kann brúkast allar 24 tímarnar í samdøgrinum allar 365 dagarnar á árinum so væl selda sum gjørligt.
Hetta er ikki bara gott fyri Klaksvík, men ein veruligur framburðsmøgu-leiki kann hetta gerast fyri Føroyaland sum heild.

Eg fari at ynskja øllum mínum veljarum, klaksvíkingum og norðingum eitt av Harranum signað nýggjár, og fari framvegis at arbeiða fyri at menna økið, sum stendur okkum so nær.

Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður