Nú niðurteljingin til Norðoyatunnilin letur upp av álvara er farin í gongd, so skipa Treysti og Heilsunevndin aftur fyri heilsurenning hvørt hóskvøld.
Tað verður skipað at sama hátt sum áðrenn ársskiftið. Møtt verður norðanfyri fótbóltsskýlið kl. 19.00 og síðani verður runnið og/ella gingið út eftir Oyravegnum. Hvør einstakur avger hvussu langt ein rennur ella gongur. Tá luttakarnir koma aftur til skýlið fáa teir bananir og okkurt drekkandi. Nú er tað góða hent síðani seinast, at gøtuljós eru komin frá Kirkjugarðinum og til Skarhamar, so tað nú bert er eitt stutt øki har ongi gøtuljós eru.
Nú eru bert umleið fýra mánaðir til Norðoyatunnilin letur upp og tað verður møguleiki fyri at renna ella ganga ígjøgnum hann, so tað ræður um at byrja at fyrireika seg væl.
Væl møtt øll somul !




