Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilførarin fekk bert smávegis snuddir

John William Joensen

Bilurin sum endaði á takinum inni í tunnlinum millum Árnafjørð og Ánirnar gjørdist vrak men bilførarin fekk einki mein

– Eg veitt satt at siga ikki rættuliga hvat hendi tí tað gekk so skjótt fyri seg, sigur bilførarin við Norðlýsið.
– Men tá eg hugsi meg um minnist eg at eg turkaði annað eygað og tað næsta sum hendi var eitt øðiligt buldur og eg endaði á takinum.
– Sjálvur sat eg í trygdarbelti og luft-púturnar komu fram so tá alt var yvirstaði hevði eg ongan skaða fingið.
– Eg fekk ikki hurðina upp tí hon kom í veggin, men so slapp eg at enda út úr bilinum og har komu eisini onnur til hjálpar beinan vegin.
– Eg fann ikki fartelefonina hjá mær í myrkrinum men ein av bilunum sum kom á staði, bakki út úr tunnlinum og ringdi til løgregluna.
– Sjálvur hevði eg eitt lítið ávaringarskelti í bagagerúminum (red: tríkantur) og gekk eg so út úr tunnlinum og setti hann har fyri at ávarað ferðsluna.
– Tað er sera myrkt í tunnlinum og tí var eg bangin fyri at aðrir bilar fóru at koma og tá bilurin jú lá á takinum uttan nakað ljós, so var vandi fyri at aðrir bilførarar ikki fóru at síggja hann.
– Men vit fingu so steðga ferðsluni og tíbetur spældi alt væl av.

Sum sást á myndunum er bilurin vrak men tað er vert at leggja til merkis hvussu heil sjálv kabinan er hóast bilurin er í knúsi.
Hóast bilurin endaði á takinum er taki ikki kroyst niður og styrkin saman við trygdarbeltum og luftpútum hevur uttan iva gjørt at bilførarin sjálvur kundi ganga frá óhappinum uttan nakað mein.