sigur tíðindaleiðarin hjá sjónvarpinum í samband við at sjónvarpið nú gevur hyggjarum og øðrum loyvi til at kjakast á heimasíðuni hjá sjónvarpinum.
Í samband við at sjónvarpið nú bjóðar føroysku sjónvarpshyggjarunum eitt kjak-torg stendur hetta m.a. at lesa um grundgevingarnar hjá sjónvarpinum fyri hesum:
"Føroyska tíðindasendingin er eitt samspæl millum hyggjaran og sjónvarpið. Tað er bara saman við hyggjaranum, at vit kunnu gera eina viðkomandi sending, sum hyggjarin heldur hava týdning fyri seg.
Her bjóða vit hyggjaranum at lesa við, hví Dagur og Vika eitt kvøld, sær út sum hon ger og biðja um viðmerkingar frá tær.Hetta kjaktorgið gevur almenninginum innlit í, hvørji val liggja aftanfyri hvørja sending. Ein redaktørur hevur ábyrgdina av hvørjari sending. Redaktørurin leiðir redaksjónfundin hvønn morgun klokkan 9.15. Á fundinum verður avgjørt, hvørji evni skulu arbeiðast við til sendinga um kvøldið. Á tekniska økinum hevur DV-prodjúsarin leiðsluna.
Hvør einasta sending byggir á val – bæði innihaldslig og teknisk.
Og tað eru tey valini, sum vit nú leggja alment fram.
Eftir hvørja tíðindasending skrivar redaktørurin einar 10-15 reglur um, hví sendingin sá út sum hon gjørdi og hvørji val vóru gjørd á vegnum til sendingina. Onkuntíð skrivar DV-prodjúsarin eisini nakrar reglur um teknisku valini.
Øll hava so frítt at gera viðmerkingar, at spyrja ella bara lesa.
Men tá redaktørurin ikki kann sita og svara alla tíðina, er reglan henda:
Redaktørurin skrivar sínar 10-15 reglur eftir sendingina og bindur seg til at svara EINA ferð og tað verður millum klokkan 14 og 16 dagin eftir. Kjakið kann halda fram, men redaktørurin bindur seg ikki til meira, tí tá er næsta sending longu í gerð.
Men eru evni, sum kunnu bera meiri ella sum onkur bara hevur huga at kjakast um, ber til at stovna nýggjan kjaktráð undir "opið kjak". Har kunnu øll so kjakast, men hvørki redaktørurin ella onnur í SvF binda seg til at luttaka. (Men tað er stórur møguleiki fyri, at vit blanda okkum)
Tey, sum vilja vera við, skulu skráseta seg við einum brúkaranavni og so leggja í vaðið.
Ger so væl. Orðið er frítt! "
Fyri at fáa samband við hyggjaran
Tíðindaleiðarin hjá sjónvarpinum, Øssur Wintereig, sigur við Norðlýsið at hetta er ein roynd at fáa ein góðan dialog við hyggjararnar.
– Tað liggur ikki nøkur gjøgnum hugsað ætlan aftan fyri hetta tiltakið. Vit gera hetta sum eina roynd, og kemur hon at virka væl so eru vit sjálvandi nøgdir og hinvegin kunnu vit bara gevast um kjakið verður óseriøst.
– Ætlanin hjá okkum er fyrst og fremst at geva hyggjarum og starvsfólkum hjá sjónvarpinum høvi til at tosað um sendingarnar og tey evni sum sjónvarpið viðger.
– Eg havi tó ikki nakra beinleiðis meingin um tað er rætt ella ikki at loyva dulnevndum innleggum, tí sum sagt so hevur hetta ikki so stóran týdning.
– Eg ræðis eld og mangt annað, men tað einasta sum eg ikki ræðist eru orð. Men sjálvandi um fólk fara at brúka hetta kjaktorgið til at viðgera persónar og persónlig viðurskiftið, so verður tað steðga
– Tíðin er langt síðani farin frá tí at almennu miðlarnir uppfata seg sum stovnar, sum skulu læra hyggjaran at hugsað rætt. Vit eru ein tænastustovnur fyri hyggjararnar og tað liggur eingin miðvís ætlan aftan fyri arbeiði sum vit gera og her er einki hokus pokus. Tí ætla vit at búrka hetta til at geva hyggjarunum høvi til at koma við spurningum og eisini hinvegin at brúka hetta í arbeiðinum at grundgeva fyri teimum valum sum vit jú altíð eru noyddir at gera tá vit gera sjónvarp




