Undir hesi yvirskrift fer stjórin í vinnuframahúsinum í Herning økinum, Torben Hendriksen, at greiða frá, hvussu eitt øki í Danmark, sum einaferð misti túsundtals arbeiðspláss í klædnaídnaðinum, fyrireikar seg ítøkiliga til framtíðina.
Tað, sum hendi í hesu serliga áhugaverdu søgu er, at í øllum Herning økinum og har um leiðir flutti so gott sum allir tann fyrr so stóri klædnaídnaðurin út til fjareystur og hetta hendi eftir einans 10 árum!
Hóast tað, er tað eydnast væl at fóta sær aftur við 6000 nýggjum, hægri løntum arbeiðsplássum, sum eru komin í staðin fyri gomlu seymi arbeiðini í klædnaídnaðinum.
Eisini fer Torben Hendriksen at greiða frá tí sera virkna íverksetarahúsinum við ikki færri enn 20 íverksetaraskrivstovum, sum í nærmastu framtíð verður bygt út fyri knappar 50 milliónir kr.
Í teirri støðu, sum Klaksvíkin er í, í løtuni, eiga vit at fylgja væl við í eitt nú gongdini í Herning økinum, tí eisini vit standa yvirfyri umfatandi broytingartíðum.
Um stutta tíð letur Norðoyatunnilin upp, og Klaksvíkin broytist í einum frá útjaðara til sentrum!
Sum vinnulívið so ofta sjálvt vísir á, so er ein rívandi útviklingur uttan um okkum, har kappingin um ráfiskinger seg galdandi. Tað rakar sjálvandi Føroya størstu fiskaríhavn serliga hart.
Í báðum førum stendur Klaksvíkin beinleiðis í skotlinjuni.
Tí mugu hesar broytingartíðir takast í størsta álvara, tí um vit vilja tað ella ikki, so seta broytingarnar dagsskránna.
Við hesum fáu orðum bjóða Menningardeildin hjá Klaksvíkar kommunu og Vinnulívsráðið í Klaksvík umboðum fyri vinnulívið, skúlum og øðrum stovunum og annars almenninginum til fundar á Tekniska skúla mánakvøldið 23. januar frá kl. 19:00 til 20:30.
Vinarliga
Rani Nolsøe,
Menningarstjóri
Jógvan við Keldu,
Formaður í vinnulívsráðnum í Klaksvík




