Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiparin á Deetifoss væl nøgdur við Ánirnar

John William Joensen

166 metra langi Deetifoss hjá EIMSKIP vitjaði fyri fyrstuferð góðshavnina í Ánunum og skiparin var væl nøgdur

– Eg tosaði við skiparin og hann var sera væl nøgdur við umstøðurnar norðuri í Ánunum. Sera gott pláss var at arbeiða við skipinum, og harafturat er eingin ivi um at hetta er ein trygg havn hjá stórum skipum at liggja í, sigur Heini á Marknagil á skipafelagnum.
– Tað hevur verið nógv trýst á seinastu tíðina. Tað byrjaði við at vit tóku ímóti frá Atlantic Navigator og av tí at teir ikki høvdu so nógv hendan fyrsta túrin var tað ein góð byrjan.
– Leygardagin tóku vit so 33 bingur í landi og koyrdu 79 bingjur umborð og tað gekk alt avbera væl, og vit eru sera glaðir fyri umstøðurnar har norðuri hóast alt ikki er liðugt enn.
 
Longu í minna lagið?
Tað er umráðandi neyðugt at góðshavnin í Ánunum verður gjørd liðugt skjótast til ber tí trýsti á havnina er vaksandi.
– Um Atlantic Navigator kemur aftur av roktúri og vit um somu tíð skulu taka ímóti øðrum skipum er ov tronligt á verandi øki. Tí má ferð setast á at gera havnina lidna soleiðis at vit fáa størri økið at arbeiða á .
– Tó skal er rósa arbeiðsmonnunum tí teir hava veruliga lagt seg í selarnar fyri at fáa alt klárt.
Tað er eingin ivi um at eitt skip sum Deetifoss, sum er á stødd við Norrønu, gevur beinleiðis pening í kommunukassan men sum myndin av Dettifoss vísir so ber ikki til at umskipa fleiri skip av hesum slagnum í senn.
Tí er spurningurin um kommunan ikki beinanvegin eigur at fara undir at útbyggja havnina longur norður í móti Strond.