Í tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum verður gjørt greitt at starvsnevndin í flokkinum tekur frástøðu frá sjónarmiðunum hjá sandoyartingmanninum viðvíkjandi teim samkyndu
Tíðindaskriv:
Starvsnevndin í Javnaðarflokkinum hevur á fundi í dag viðgjørt greinina hjá Gerhardi Lognberg í bløðunum, har kann m.a. nevnir, at hann sum skúlastýrislimur ikki hevði sett ein samkyntan í starv, var hann frammanundan kunnaður um hetta.
Starvsnevndin tekur frástøðu frá hesum sjónarmiðum, tí sjálvandi skal eingin borgari í hesum landi verða forðaður í vinnumøguleikum hvørki av hesari ella aðrari ósakligari grundgeving.
Starvsnevndin er av tí fatan, at tað skal vera rúm fyri øllum borgarum í Føroyum.




