Rógvi Reinert, sum er 42 ára gamal og býr í Kaldbak, tekur við starvinum tann 1. februar, tá verandi aðalstjórin, Herálvur Joensen, tekur við starvinum sum føroyskur sendimaður í Danmark.
Rógvi Reinert var í 1992 útbúgvin fiskivnnukandidatur frá lærda háskúlanum í Tromsø. Hann hevur mongu seinastu árini starvast sum virkisleiðari og stjóri innan flakavinnu og fiskaútflutning. Seinastu tíðina hevur Rógvi Reinert starvast sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum.




