Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sprongdu postkassa

Oliver Joensen

Í gjárkvøldið um sjeytíðina var ein ógvusligur brestur uppi á Hædd. Postkassin hjá Jens Kristian Johannesen varð sprongdur í luftina.

Eg gjørdist skakkur, tá eg hoyrdi ein ógvusligan brest uttanfyri, sigur Jens Kristian Johannesen. Eg fór útum við tað sama og varnaðist at postkassi mín lá í skelja sorði og harafturat varð partur av takrennuni eisini burtur av spreingingini.
Politistøðin í Klaksvík sigur, at fleiri herverk vóru í gjárkvøldi, ein maður, sum fór í bátahylin at hyggja eftir báti sínum, varnaðist at nummarspjøldrini vóru tikin av bilinum, tá hann kom aftur til bilin og eisini sigur politistøðin at ein gummibátur í einum báti ísum lág í bátahylinum á Borðoyarvík var blástur upp.