Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki skipar fyri íløgutiltaki hóskvøldið 2. februar kl. 19 í Skálanum

John William Joensen

Mangan verður sagt, at íløgur í virðisbrøv bert eru fyri tey, sum eru serfrøðingar á økinum ella eiga nógvar pengar á bók, men so er ikki.

Øll kunnu gera íløgur, og harvið fáa møguleikan fyri munandi størri vinningi av síni vanligu
uppsparing ella pensiónsuppsparing.
Føroya Banki ynskir við hesum tiltaki at kunna norðoyingar um ymiskar hættir at gera íløgur í virðisbrøv – so sum lánsbrøv, partabrøv ella íløguprógv. Eisini verður ein neyv gjøgnumgongd av nýggja japanska lánsbrævinum, ið bankin bjóðar, har trygd er ímóti at missa ílagda peningin. Nýggja lánsbrævið er knýtt at gongdini í japonskum partabrøvum, men veitir samstundis trygd fyri í minsta lagi størri vinningi enn á vanligari innlánskonto.
Harafturat verður greitt frá søguligum vinningi av ymiskum íløgumøguleikum samanborið
við innistandandi í peningastovni, umframt at skattareglurnar verða lýstar.
 
Samanumtikið ein gyltur møguleiki hjá norðoyingum at fáa eina grundleggjandi vitan um íløgur í virðisbrøv.
 
Avmarkað pláss er til tiltakið, og tískil er neyðugt at tekna seg í Føroya Banka
á telefon 45 63 77 ella um teldupost: fbkklaks@foroyabanki.fo í seinasta lagi mikudagin 1. februar.
 
Hjartaliga vælkomin!
P/F Føroya Banki

Harleywoodpaint