Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarafundur í Ósáskúlanum

John William Joensen

Í samband við at Norðoyatunnilin um stutta tíð letur upp verður nú boða til borgarafund

Í allar tíðir hevur hav skilt Norðoyggjar frá meginøkinum, men við áræði frá leiðandi fólkum og við hjálp frá nýggjari tøkni, standa vit á gáttini til eina tað størstu hending í norðoyasøgu  nevniliga at tað verður koyrandi undir Leirvíksfirði.
Hetta síggja vit øll fram til, tí vit vita at hvussu stóran týdning tað hevur við góðum og jøvnum sambandi. Tað er eingin ivi í, at henda íløga fer at skapað vøkstur og trivna og at vit sum borgarar fara at fáa stóra gleði hava hesum frambroti.
Eitt tað fyrsta sum vit fara at leggja til merkist, verður økta ferðslan og tí verður kalla inn til borgarafund…   

í Ósaskúlanum mikukvøldið 8. februar 2006  kl. 19.00
Skulu vit á nakran hátt gera tað liviligt fyri okkum sjálvi og teir gestir sum koma hendan vegin, so er umráðandi at vit viðgera hetta evni og væl og virðiliga. Ein spurningur er parkeringsviðurskiftir, ein annar hvussu man fær ferðsluna at glíða, men tann størsti er kanska ferðslutrygdin.
Tankin er at fundurin skal verða uppbyggjandi og gevandi og skal hann verða ein stuðul til tey sum skulu taka avgerðir.

Tey sum luttaka eru:
Klaksvíkar Kommunu
Ráði fyri Ferðslutrygd
Løgregluna
Ambulansutænastuna
Sløkkiliðið
Landsverk
Norðoyatunnilin    
Hvannasunds Kommuna
Viðareiðis Kommuna
Kunoyar Kommuna 

Harleyfacadeacryl