Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er nakað endamál við broytingunum á Toll- og skattstovuni uttan at flyta umsitingina til Havnar so við og við?

John William Joensen

Fíggjarmálaráðið boðaði beint eftir summarsteðgin seinasta ár frá, at avgjørt var at gera stórar bygnaðarbroytingar á Toll- og Skattstovuni.

Umsitingin í Eysturoynni og Norðoyggjum skuldi leggjast saman til eina Toll- og skattstovu í Gøtu.
Nógvar góðar grundgevingar vóru fyri slíkari loysn. Eitt nú varð sagt, at hetta vildi skapa størri umsitingarligar eindir, soleiðis at vit kundu fáa eitt fakligt umhvørvi, sum vildi gera, at tey sum fóru burtur at fáa sær útbúgving, fingu hug at koma aftur til økið her norðuri, og  landið kom eisini at spara í umsitingini. Hetta eru alt  rímiliga góðar grundgevingar.
Hvat er so hent síðani? Eftir okkara tykki lítið og onki, uttan at gomlu hølini hjá Toll-og skatt í Klaksvík eru seld. Boðað varð annars frá, at umsitingin skuldi liggja í Gøtugjógv. Har kom hon at liggja saman við bæði peningastovnum og posthúsi um kanska ikki í sama bygningi so gátt um gátt,  men nú verður sagt, at hetta ikki verður so. Gøtu kommuna skal byggja ein bygning onkustaðir norðalaga í Gøtudali. Har skal Toll- og skattstovan so húsast, burtur frá peningastovnum, posthúsi og almenninginum annars, sum onga sparing gevur, tí peningastovnarnir koma nú ikki at røkja uppgávuna at avgreiða inn-og útgjald hjá Toll- og skattstovuni, sum  heilt sikkurt kemur at fáa minni og minni brúk fyri egnum "pengakassa", nú fleiri og fleiri kundar avgreiða gjaldingar elektroniskt.
Vit skuldu fáa størv til starvsfólk við serligum førleika, eisini uttan fyri høvuðsstaðin, sum kundu loysa truplar uppgávur lokalt. Einasta, vit enn hava hoyrt um hesi størv, er, at deildin í Klaksvík er minka við 3 fólkum. Í Eysturoynni eru 3 komin afturat. Nøkur av hesum vísa seg av og á í Klaksvík. Steðgurin er vist styttri enn tá terna skýtst á egg. Neyvan nøkur almenn sparing; men haldi tykkum nú fast. Sparingin er tann, at nú er eitt starv sum løgfrøðingur lýst leyst í Havn, sum sikkurt skal ferðast runt fyri almenna rokning í staðin fyri at byggja nakað upp uttan fyri Havnina, sum lyfti var givið um, og sum rosinan í pylsuendanum, so skal allur postur, sum verður latin inn í Klaksvík, fyrst til Havnar, áðrenn hann verður viðgjørdur her.
Ongin bygging er byrjað í Gøtudali, so tíð er hjá fíggjarmálaráðnum at finna eina skilabetri loysn, tí tað, sum Gøtu kommuna nú bjóðar langt uttan fyri bøgarðarnar, er so avgjørt ikki tað, sum var boðið okkum, tí loysnin kemur bert at kosta landskassanum eyka húsaleigu, uttan at nakað verður spart.
Hví so byggja har, tá  landið eigur ein góðan bygning bert 5-10 minuttir koyring frá Gøtudali, uttan mun til um tú koyrir niðanfyri, omanfyri ella undir Leirvík. Um hann verður innrættaður og skipaður annarleiðis, kann hann loysa hølisspurningin.
Tann ætlanin, sum nú sær út til at vera stungin út í kortið í Gøtudali, kann væl ikki vera hon, sum okkara lokalu landspolitikara hava fyristillað sær. Skal landskassin nú til at fíggja útbygging av ídnaðar- og handilsøki í Gøtudali? Kunnu vit krevja tað sama her í miðbýnum? Annars var her lagt upp til kommunalt samarbeiði um fjørðin fyri at finna út av, hvussu stóru felags uppgávurnar skuldu loysast. Hvat varð av tí. Skal ein kommuna nú bert gera sum hon vil?
Tað seinasta, vit hava frætt, er, at nú hevur ein lokalpolitikari í Vágum steðga øllum broytingum á Toll- og skattstovuni har vesturi. Hetta fara vit at taka upp aftur og kanna nærri.