Christian Nagata er í dag settur í starv sum stjóri á Reproz
Tíðindaskriv frá Reproz:´
Christian hevur drúgvar altjóða royndir innan marknaðarføring og sølu, sum uttan iva fara at koma Reproz og viðskiftafólkum okkara til góða. Áðrenn Christian í 2004 flutti til Føroya við familju sínari at røkja starv sum fíggjarstjóri hjá Føroya Shell, starvaðist hann í Los Angeles. Har stóð hann á odda fyri at byggja upp og branda ur-fyritøkuna Chase Durer, sum í dag er ein altjóða fyritøka við deildum kring allan knøttin.
Áðrenn Christian í 1997 fór til Los Angeles at reka Chase Durer, starvaðist hann millum annað sum deildarleiðari hjá Nordea Bank og undirvísti á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Christian er útbúgvin teldufrøðingur og búskaparfrøðingur umframt Cand Merc Aud.
Á Reproz eru vit sannførd um, at núverandi starvsfólk og Christian í felag megna at lyfta Reproz upp á tindin innan føroyskar samskiftisfyritøkur. Ambitiónirnar eru stórar og málini greið, og í felag gleða vit okkum at arbeiða fram ímóti hesum. Reproz bjóðar Christiani vælkomnan og viðskiftafólkum okkara bjóða vit vælkomin umborð.
Christian er framvegis í starvi sum fíggjarstjóri hjá Føroya Shell, og tekur við starvinum á Reproz tá hann er leysur av hesum.
Sostatt kann staðfestast at tætt samband verður millum Com-Data og Reproz.




