Nú nærkast tann dagur, tá ið ungdómshúsið letur upp í Klaksvík. Væntandi føstulávintsmánadag.
Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum eg havi arbeitt miðvíst við síðani eg kom í býráðið. Onkur heldur, at tað hevur tikið ov langa tíð, og ta er rætt, men dentur hevur verið lagdur á at finna ta røttu loysnina, og tá ið so møguleikin beyðst at fáa sjóvinnubankahúsini, var skjótt semja um, at hetta var rætta loysnin.
Tað hevur verið nógv tosað um at fyrireika okkum til avbjóðingina, tá Norðoyatunnilin letur upp. Ein liður í hesum er at hava tilboð til ungdómin, so tey ikki øll fara úr býnum. Tað eru longu fleiri tilboð, men eg trúgvi, at eitt vælrikið ungdómshús kann verða eitt hóskandi ískoyti til verandi tilboð.
Um vit ynskja ein búnan ungdóm, sum ikki bara fylgir tí fyrsta og besta mótarákinum, er neyðugt, at vit hava álit á teimum. Í arbeiðnum við fyrireikingini til ungdómshúsið hevur verið lagdur stórur dentur á at skapa eitt demokratiskt umhvørvi, har virðing er fyri hvørjum øðrum, rúm er fyri øllum og ávirkan undir ábyrgd.
Málið er at fáa ein tilvitaðan ungdóm, sum í stóran mun hevur ávirkan á, hvat rørir seg í húsinum.
Talan verður um rúsfrítt umhvørvi, har sunnir vanar verða stimbraðir.
Ætlanin er eisini at skipa ungdómsráð, ið skal ráðgeva politikarum og øðrum.
Vónin er, at ungdómurin tekur væl ímóti hesum tilboði og nýtir møguleikan til fulnar, soleiðis at vit hav ein enn meira virknan ungdóm her í býnum.
Eg ynski ungdóminum hjartaliga tillukku við húsinum, og starvsfólki og øllum, sum koma at hava virksemi í húsinum góða eydnu og blíðan byr.
Jórun Høgnesen
býrðáðslimur




