Helst eru tey ikki so fá, ið hava fingið nøkur pund ov nógv uppá í vetur. Húsarhaldsskúli Føroya bjóðar nú gylt høvi at sleppa av við pundini aftur áðrenn várið og summarið.
Vælumtókitu slankiskeiðini hjá Húsarhaldsskúla Føroya hava nú 10 ár á baki, og framvegis er áhugin stórur hjá fólki at kunna seg meira um mat og matvanar.
Sum sæst í lýsing aðrastaðni í blaðnum, so skuldi borið væl til hjá øllum at tekna seg til skeið í hesum samanhangi, tí skeiðið tekur bert 10 vikur og møtt verður bert einaferð um vikuna. Harumframt eru fleiri ymiskar klokkutíðir, har møtt verður.
Matvanar
Øll ynskja vit at hava góða heilsu, og sjálvi kunnu vit gera nakað við hetta, við at hugsa eitt sindur meira um tað vit eta.
Seinnu árini hava vit fingið alsamt fleiri vælferðarsjúkur at dragast við, sum hjarta- og karsjúkur, diabetistypu 2 og aðrar, og hesar kunnu vit sjálvi gera nakað við.
Skeiðini sum Húsarhaldsskúli Føroya fyriskipar eru soleiðis háttaði at ein lærir um heilsugóðan mat og eisini verður ein regluliga vigaður hvørja ferð møtt verður, soleiðis at til ber hjá øllum at fylgja við hvussu tað gongst at ansa betur eftir dagliga kostinum.
Mannfólk tróta
Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya sigur, at øll árini skipað hevur verið fyri hesum skeiðum, hava í minna lagi av mannfólki luttikið. Hinvegin sýnist sum um mannfólkini eru líka útsett, sum kvinnur, tá talan er um ov nógv pund og vælferðarsjúkur, so hon eftirlýsir, at menn í størri mun eisini tekna seg til heilsuskeiðini.
At møta einaferð um vikuna til frálæruna, áttu øll at havt tíð til, tí vit eiga eisini at hava tíð til okkum sjálvi og heilsu okkara, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti at enda..




