Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskafólk

John William Joensen

Enn er nærum einasta útflutningsvøra okkara fiskur og fiskaúrdráttir. Men tá talan er um orðadrátt í føroysku fjølmiðlunum, so má sigast at fiskur og fiskavørur fáa ikki stóra rúmd í mun til týdningin tey hava fyri samfelagið.

Nógv verður ídag tosað um møguleikarnar hjá teim ungu at lesa og útbúgva seg, og serstakliga síðani Vision 2015 varð framløgd, hevur eisini verið tosað um víðari lestnað.
Tað er ein sjálvfylgja at vit skulu longur fram og at gongda leiðin er vitan. Men hetta við at ungdómurin skal menna sín førleika innan skúlagátt er sjálvsagt ein íløga í framtíðina og ivaleyst fara at ganga ár, kanska áratíggjur áður enn vit fara at síggja ítøkilig úrslit av einum miðvísum útbúgvingarpolitikki.
Tað, sum hinvegin undrar eitt sindur er, at alt ov lítið verður tosað og mennt innan okkara fiskivinnu.
Vit eiga eitt ríkt tilfeingi í fiskinum, tað sæst best við at hyggja í landsroknskapin og hava eyguni eftir hvar størsta útflutningsvirðið kemur frá.
Vit hava fyrr í hesum teigi ført fram, at síðani flakavirkini byrjaðu her á landi fyri skjótt 50 árum síðani, er ikki nóg mikið av menning gjørd innan fiskivinnuna. Taka vit við, at flakavirkisvinnan skjótt hevur 50 ár á baki, so kann ikki sigast at menningin hevur verið stór øll hesi árini, hóast eitt flakavirki frá 60-unum neyvan kann sammetast við eitt flakavirki ídag.
Alheimsgerin, KT og onnur fyribrigdi vera dúgliga viðgjørd og skulu tað helst eisini, men tað er tó fiskivinnan vit enn liva av og sum enn gevur flestu krónurnar í kassan, so hví ikki eisini seta ljóskastaran á okkara fiskivinnu og av álvara fara undir eitt konstruktivt kjak um, hvussu vit best fáa burturúr hesum okkara tilfeingi.
Tá ein ídag lesur bløðini og hyggur ella lurtar eftir sendingum, so er tað eitt sindur løgið, at okkara fiskivinna ikki fyllir meira í kjakinum.
Tað er so mangt, sum er vent á høvdið seinastu árini. Herfyri segði ein av fremstu serfrøðingum okkara okkum, at vit sagtans kundu liva av at klippa hvør øðrum.
Sum er hevur okkara ungdómur als ikki góðar møguleikar at mennast í fiskivinnuni. Fyri størstapartin er talan um at arbeiðismegin í flakavinnuni bert verður nýtt til at ansa maskinum og eisini umborð á skipum er lítil møguleiki at mennast til framskygni í fiskavinnuni, tí mest attraktivu størvini umborð á skipum eru tey, sum hava við navigatión ella maskinur at gera.
Okkum tørvar hugburðsbroytingar innan matvøruframleiðslu innan fiskavørur, eitt økið, ið vit áttu at havt mennt nógv meira enn vit hava gjørt tey nógvu seinastu árini.
Tá í byrjanini av hesum klípi til kjakið varð nevnt, at tað er lítið at síggja til fisk í fjølmiðlunum, so er hetta ikki heilt rætt, tí bæði bløð og sjónvarp hava verið full av tíðindum seinastu tíðina um hemaraveiðuna hjá havnamonnum. Ein sonn sensatión, tá ein hemari er komin upp á land, sum er eitt sindur størri enn ein annar.
Tað er helst sensationelt hjá teimum í egningarskúrðunum á Stongunum, at síggja í sjónvarpinum, at ein havnamaður hevur fingið ein hemara og serstakliga tá hemarin, tað góðdýr hann er, verður sýndur fram á besta Animal Planet stíl, við tonnunum fremst.
Tað er gott at menn hava ítriv og stytta sær stundir á floti, men høvuðsstaðarpressan átti at duga sær hógv og kanska heldur sett spurnartekin við seg sjálva, tá tað er ein sensatión at ein havnamaður hevur fangað ein fisk.
 

Harleywoodpaint