Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 lagt seg á odda

Oliver Joensen

So eydnaðist tað B36 at leggja seg á odda í dystinum ímóti HB. Sigast kann framvegis at dysturin er tamur hóast B36 hevur havt lítla yvirvág.

Kl. 15.06. B36 vann fyrsta dystin í Klaksvíkskappingini í ár.
Fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini er av og B36 vann 1-0 á HB. Tað var Fróði Benjaminsen, sum setti bóltin í netið.
Sum heild kann staðfestast, at tað sást á liðunum báðum, at hetta er byrjanin av kappingini. Tvær tríggjar avleveringar, so mistu liðini bóltin og harafturat var venjingarstøðið hjá fleiri av leikarunum ikki tað allarbesta.
Eftir leikgongdini var tað ílagi at B36 vann, men málmøguleikar vóru ikki nógvir, hvørki hjá HB ella B36.
Kl. 15.30 byrjar dysturin ímillum KÍ og Skála. Ein amerikumaður, sum er komin at royndarvenja, skal eftir tí Norðlýsið frættir, royna seg í dystinum ídag.

Kl. 15.45 Enn er javnleikur
HB og B36 løgdu fyri í Klaksvíkskappingini, byrjað varð kl. 13.15 og nú um hálvur tími er farin av seinna hálvleiki er støðan enn javnleikur 0-0.
Tað sæst væl á spælinum, at liðini ikki enn eru samanspæld. Hóast B36 hevði yvirvág í spæli í fyrra hálvleiki, so komu teir ikki til vandamiklar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki hevur HB kanska trýst meira, men heldur ikki teir hava víst nakað serstakt frammanfyri málinum.
Á myndini sæst B36 í bláum.