Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bussruta millum Fuglafjørð, Gøtu, Leirvík og Klaksvík

John William Joensen

Kommunurnar báðumegin Leirvíksfjørð arbeiða í løtuni saman við Strandfaraskipum Landins við møguleikanum at skipa eina bussleið, sum skal binda hesi økini enn tættari saman, nú Norðoyggjar og Eysturoy – burtursæð frá bumm- gjaldinum – verða sum ein oyggj við fasta vegasambandinum.

Nú Norðoyatunnilin verður opin fyri almennu ferðsluni, fara plássini báðu megin Leirvíksfjørð at fáa eitt so gott vegasamband, sum gevur møguleikar fyri at skipa fyri øktum og smidligum ferðasambandi í hesum øki.
Í øllum førum síggja nakrir av borgarstjórunum í hesum økinum hetta sum eitt høvi til at kanna møguleikarnar fyri einum busssambandi, sum ætlandi skal gera tað bíligt og ómakaleyst at flyta seg ímillum hesar býir og bygdir.
Saman við sínum starvsfelagum í Leirvík og Fuglafirði tók Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri um mánaðarskiftið november-desember í fjør stig til ein fund við leiðsluna í Strandfaraskipum Landsins, sum átók sær at kanna málið og at koma við einum uppskoti um "býarbussrutu" í hesum økinum, sum samstundis verður samskipað við verandi farleiðir hjá Strandferðsluni.
– Í løtuni bíða vit eftir einum uppleggi frá Strandferðsluni, sum væntandi fer at fyriliggja heilt skjótt, upplýsir Steinbjørn.
– Um fólkið, sum býr í hesum kommununum skal hava góðar møguleikar at fáa nyttu av øllum teimum frítíðartilboðum, sum hesi pláss hava at bjóða, er neyðugt, at lætt er at koma til tey ymisku tiltøkini. Hetta er høvuðsorsøkin til, at vit hava sett hesar kanningarnar í verk, har lagt verður upp til, at bussar, sum koyra við stuttum millumbili, verða settir at røkja hesa uppgávu. Bæði til dag- og kvøldartilboðini.
– Enn kann eg ikki siga nakað ítøkiligt, tí málið er ikki nóg væl lýst enn, men eg kann tó siga, at vit sum útgangsstøði hava hugsað um eina rutu við so tøttum fráferðum sum tilber.
– Í dagtímunum eru tað serliga skúlarnir av ymiskum slag, bæði í Eysturoy og Klaksvík – umframt handilslívið – sum hava brúk fyri flutningi, og hesin flutningur kann gerast nógv bíligari við bussi, og eg trúgvi, at um ein slík ruta verður sett í verk, at tað við tíðini ikki er heilt ómøguligt at byggja upp eitt ávíst inntøkugrundarlag, og til ta tíð eiga kommunurnar at verða við til at leggja grundarlagið og verða við til at byggja eina slíka rutu upp.

Samband gevur møguleikar fyri fleiri og betri tilboðum.
Borgarstjórin staðfestir, at ein ørgrynna av frítíðartilboðum verður veitt á hesum plássum báðu megin fjørðin, og áhugavert er at leggja til merkis, at hesi tilboð eru ikki altíð tey somu frá plássi til pláss.
– Til dømis er sum kunnugt eitt mentanarhús í Fuglafirði, har ymisk mentanartiltøk verða framd, kanska serliga innan tónlist.
– Í Leirvík er ein nýmótans bowlinghøll og hartil eitt sera virkið bygdarhús, sum serliga verður brúkt til veitslutiltøk o.t.
– Her í kommununi hava vit sum kunnugt nýliga latið upp eitt virkishús fyri ung, sum tykist vera ein fongur fyri ungdómin. Svimjihøllin verður um stutta tíð enn meiri áhugaverd at vitja, nú hon verður broytt til at verða enn meiri familjuvinarlig.
– Somuleiðis hava vit eina vælvirkandi og fjølbroytta kvøldskúlaskrá við nógvum áhugaverdum lærugreinum, og musikkskúlar eru fleiri í økinum, har eitt samstarv og samskipan fer at geva nýggjar møguleikar fyri fleiri undirvísingartilboðum, orkestrum, konsertum o.s.fr..
– Eisini hava hesi plássini – ikki minst Gøta – eitt virkið og fjølbroytt ítróttarlív, umframt frítíðarfeløg av ymiskum slag.
– Hetta, sum eg havi nevnt, er bert ein partur av allari rúgvuni, sum hesar kommunur hava at bjóða, men skulu hesir møguleikar gagnnýtast, krevur sambandið millum tær at verða so gott sum tilber, og tað er júst tað, sum vit borgarstjórarnir í nøkrum av hesum kommunum hava sett okkum fyri at kanna saman við Strandferðsluni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.