Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sportmaster nýggjan klæðnasponsorsáttmála við Klaksvíkar Ítróttarfelag

John William Joensen

Søren Z. Jacobsen, stjóri á Sportmaster í Klaksvík og Torleif Sigurðsson, formaður í KÍ, skrivaðu mánadagin undir klæðna- sponsoravtalu.

Størsti handilin í Klaksvík, sum selur ítróttarklæðir, Sportmaster, hevur í nøkur ár eisini verið klæðnasponsor hjá KÍ og árið í ár er onki undantak.
Eitt so stórt ítróttarfelag, sum KÍ brúkar sjálvandi nógv klæðir, og harumframt plagar venjingardraktin eisini at vera góð søluvøra bæði til ommur og abbar. KÍ hevur helst umleið 40 lið tilmeldaði í teim ymsu deildunum, so talan er um rættuliga nógvan ungdóm og vaksin.
Søren Z. Jacobsen sigur, at Sportmaster nú fer at rigga seg til at føra avtaluna út í verki og roknast kann við, at eitt nú venjingardraktirnar, til stór og smá, fara at vera í handlinum longu um mánaðarskiftið apríl/mai. Klæðini hjá KÍ vera av merkinum Puma í ár.
Søren Z. Jacobsen sigur annars, at Sportmaster eisini hevur rigga til undirsjóvartunnilin og harímillum, sigur Søren við einum smíli, eru góðir renniskógvar til tunnilsrenningina, sum Treysti fer at skipa fyri.
Úrvalið er stórt í handlinum innan alskyns ítróttar- og frítíðarklæðir og eg haldi at vit eru hampuliga vælfyrireikaðir til avbjóðingarnar, sum liggja í at vit skjótt fáa fast samband um Lorvíksfjørð.

Harleywoodpaint