Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsrenning: Renning í Norðoyatunlinum

John William Joensen

Sunnudagin 23. apríl verður stóra Tunnilsrenningin í Norðoyatunlinum.

Talan verður helst um størsta heilsuátak í Føroyum nakrantíð, tí fyrireikararnir rokna við fleiri túsund luttakarunum. Markið er sett til 5.000 fólk.

Tað er ítróttarfelagið Treysti í Klaksvík, sum skipar fyri Tunnilsrenningini. Øll fólk – ung sum gomul – kunnu verða við, og tey, sum ikki hava hug ella orku at renna, kunnu spáka ígjøgnum tunnilin. Talan er ikki um beinleiðis kapping, men um eitt heilsuátak fyri øll fólk.
 
Tunnilsrenningin byrjar í Leirvík kl. 14.00, og runnið verður til Klaksvíkar. Tey, sum ganga, skulu rokna við at brúka úti við ein tíma um teinin, meðan tey, sum renna allan vegin, brúka væl styttri tíð um teir seks kilometrarnar. Í sambandi við tiltakið koyra bussar fólk úr Klaksvík til Leirvíkar undan renningini, og eftir renningina koyra bussar fólk til Leirvíkar aftur.
 
Tað kostar 125 krónur fyri hvønn persón at verða við í tiltakinum, og tá er íroknað startpakki, t-shirt, armband til minnis um renningina, flutningur v.m. Eisini verður lutakast millum luttakararnar um ymsar vinningar.
 
Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Treystinum – www. treysti.fo – ella á heimasíðuni hjá Føroya Sparikassa – www.sparikassin.fo. Eisini ber til at fara inn á eina av deildunum hjá Føroya Sparikassa og tekna seg til. Treysti heitir á fólk um at gera sær ómak við tilmeldingini, tí tað er umráðandi, at rættar upplýsingar verða givnar. Seinasta freist er tann 17. apríl. Fólk fáa síni nærri boð, tá ið startpakkin er klárur at heinta.
 
Meira kunning og tíðindi um tiltakið verða at finna á heimasíðuni hjá Treystinum, og har verður skráin fyri tiltakið eisini løgd út. Harafturat ber eisini til at fylgja við í, hvør teknar seg til renningina.

Harleyfacadeacryl