Tá Norðoyatunnilin fyri fyrstu ferð bleiv brúktur alment av løgmanni og íslendska forsætisráðharranum, var bilurin sjálvsagt flaggskrýddur.
Klaksvíkingar og norðoyingar høvdu ídag vitjan av løgmanni Jóannes Eidesgaard og íslendska forsætismálaráðharranum Halldór Ásgrímsson.
Hetta var fyri okkum ein áhugaverd fyrstavitjan á almennum støði ígjøgnum tunnilin, og vitjaðu teir báðir Føroya Bjór, Christianskirkjuna og í Skálanum, har býráðið var vertur.
Á Føroya Bjór greiddi Einar Waag frá um bryggjaríðið umframt at langt tos var ímillum Haldór Ásgrímsson og Einar um familju Einars í Íslandi.
Í Christianskirkjuni fangaði Alex Sólstein øll hjørtu, við síni hjartaligu frásøgn um kirkjuna og ikki minst, tá hann at enda valdi at syngja fyri gestunum. At fáa eina rundvísing í Christianskirkjuni saman við Alexi er ein uppliving, sum ikki kann sigast frá, men sum skal upplivast.




