Eftir Hjørleif Ellingsgaard, hallarvørður í nærum 30 ár er komin í eftirlønaraldurin, hevur KÌ-Høllina leita eftir einum avloysara.
Nevndin fyri P/F KÍ-Høllina hevur í dag sett Kristoffur Ragnarsson, í starvi sum hallarleiðara. Uppgávan hjá honum verður at taka sær av dagliga rakstrinum og at seta skjøtul á nógvu umvælingarnar, sum liggja á láni. Kristoffur er og hevur í mong ár verið ein eldsál í hondbóltsfelagnum, Stjørnuni. Hartil hevur hann arbeitt í byggivinnuni í nøkur ár. Hesir førleikarnir fara púra víst at koma høllini til góðar. Kristoffur tekur við starvinum 1. mai.




