Nú Borðoyarvík við Norðoyatunnlinum skal taka ímóti allari framtíðar ferðslu til Norðoyggjar, so slepst ikki undan, at veganetið har umleiðir verður kollvelt. Tí eri eg sum borgarstjóri fegin um, at íbúgvarnir har á staðnum vísa stórt tol og forstáilsi, nú arbeitt verður við so stórum broytingum í veganetinum millum tætt bygd hús.
Vísandi til ta umrøðu, sum hetta mál í seinastuni hevur fingið í fjølmiðlunum, vil eg í stuttum greiða frá málinum, sum tað fyriliggur í løtuni.
Norðoyatunnilin – ein kollvelting.
Sum kunnugt er tað ein kollvelting fyri okkum her í kommununi, at ferjusambandið til Norðoyggjar nú verður avloyst av einum beinleiðis vegasambandi.
Eisini ferðsluliga er hetta ein kollvelting og serstakliga fyri økið uppi við Borðoyarvík, sum við hesum verður broytt frá at vera eitt "bak"-øki til at verða sjálv móttøkan fyri allar Norðoyggjar, har øll ferðsla hendanvegin fer at koma koyrandi.
Tað sigur seg sjálvt, at ein slík broyting má hava sítt árin á veganetið har umleiðir, sum higartil, heilt nátúrliga, hevur verið rættiliga avmarkað.
Tað eru hesar fortreytir, sum elva til tey stóru vegarbeiði, sum Norðoyatunnilin, Landsverk og kommunan júst í løtuni eru í holtur við at fremja uppi við Borðoyarvík og har áleið.
Øll ferðsla skal framyvir umvegis ta nýggju rundkoyringina, sum liggur beint við Tekniska Skúla, haðani tvær høvuðs ferðsluæðrar (ringvegurin) leiða víðari inn í kommununa og økið annars.
Onnur høvuðs ferðsluæðrin, sum júst hevur fingið navnið Mækjuvegur fer eystureftir yvir í Oyravegin, haðani tey, sum velja at koyra tann vegin, kunnu koyra inn í býin oman eftir Gerðagøtu, sum bindur í m.a. Geilina, Kráargøtu, Heygaveg ella beinleiðis oman í miðbýin.
Hin høvuðs ferðsluæðrin, sum fer vestureftir frá rundkoyringini, eitur Oman Eið. Hesin vegur kemur beinanvegin inn í tættbygt øki, og tað er hesa, sum kommunan í løtuni arbeiðir hart við at fáa lidna, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Ætlanin var, at hetta vegastrekkið skuldi bjóðast út saman við restini av ringvegnum Undir Fossum, sum nú er bjóðaður út, men fyri at gera umstøðurnar nøktandi frá byrjan á hesum vegastrekkinum, metti kommunan tað sum neyðugt at framskunda hendan partin og átók sær tí sjálv at gera hesa nú beinanvegin.
Hesar viðmerkingar eru serliga í sambandi við hesa vegagerðina, sum eisini hevur fingið almennar viðmerkingar í fjølmiðlunum.
Kunningin var
ikki nøktandi.
Vanliga verða allar størri vegagerðir bjóðaðar út til privatar arbeiðstakarar, men í sambandi við hetta vegarbeiðið "Oman Eið" varð avgerð tikin um, at kommunan sjálv skuldi átaka sær arbeiðið, og tað eru tí fólk og amboð hjá kommununi sjálvari, sum arbeiða við hesum partinum.
Tekniska eftirlitið við hesi vegagerðini varð tó lagt til Landsbyggifelagið, sum hevur drúgvar royndir við slíkum verkætlanum og við góðum úrslitum.
Landsbyggifelagið átók sær eisini at hava samskiftið við borgarar o.o. í sambandi við hetta arbeiðið. Her hendi tíverri tað mistak, at íbúgvarnir upp at hesi vegagerðini ikki fingu ítøkiliga kunning, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Íbúgvarnir eru tó kunnaðir, men hetta er hent samstundis, og tað er sjálvandi ikki nøktandi. Hetta harmist eg um, samstundis sum vit hava sett okkum fyri at læra av hesum, soleiðis at borgarar framyvir skulu varskógvast frammanundan, tá slík arbeiði eru í hyggju.
Umstøðurnar gerast aftur.
Sum borgarstjóri eri eg ógvuliga takksamur fyri tað tol og forstáilsi, sum íbúgvarnir har í økinum hava víst kommununi í sambandi við hetta arbeiðið, tí tað er ógvuliga órógvandi fyri teir, meðan eitt so stórt vegarbeiðið fer fram millum hús.
Serliga er tað ein fyritøka, sum er rakt av hesi vegagerðini, og fara í løtuni fram samráðingar við hesa um, hvussu umstøður teirra best verða gjørdar av nýggjum.
Lat meg her sláa fast, at tað sigur seg sjálvt, at kommunan bæði hevur skyldu til og eisini sjálv ynskir at gera aftur tað, sum henda vegagerð hevur tikið frá íbúgvunum, soleiðis at umstøður teirra, tá arbeiðið er liðugt, verða eins góðar og áðrenn.
Við hesum fáu orðum vil eg bert stutt kunna alment um hetta vegarbeiðið uppi við Borðoyarvík, sum vónandi – tá av tornar – verður eitt prýði fyri bý okkara, Klaksvík, og har íbúgvarnir fáa eins góðar umstøður og higartil undir teimum sera nógv broyttu umstøðunum og tí øktu ferðslu har áleið, sum Norðoyatunnilin fer at elva til.
Øllum borgarum í kommununi og fólki annars verður ynskt einar gleðiligar páskir.
Klaksvík tann 12. apríl 2006
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




