Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæliloyvi

John William Joensen

Seinastu tíðina er alment sáddur ivi um spælaraloyvir og ólógligar leikarar í tí sambandi. Tí skal við hesum greiðast nærri frá hesum viðurskiftum og skal eisini verða útgreinað, hvussu viðurskiftini veruliga eru.

Fyrst av øllum skal verða gjørt vart við, at Fótbóltssambandið ikki hevur broytt áskoðan ella siðvenju á økjunum, men heldur seg til tær meginreglur, sum vórðu lagdar, tá verandi Kappingarreglur fyri Fótbólt av fyrstan tíð vórðu settar í gildi miðskeiðis í áttati árunum. Hesar reglur samsvara FIFA og UEFA reglum á økinum og viðføra sostatt somu sekt, sum vanliga verður givin innan FIFA og UEFA og í øðrum londum fyri líknandi brot.
 
Síðan verandi Kappingarreglur fyri Fótbólt vórðu settar í gildi, eru øll feløg, sum kærd eru fyri at hava gjørt brúk av leikarum, sum ikki hava havt spælaraloyvið í lagi, dømd at tapa dyst, og allar kærur til dómsnevndina hesum viðvíkjandi hava givið sama úrskurð.
 
Sambært grein 14, stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt er ásett, at leikari, fyri at kunna luttaka í lands- og steypakappingini, skal hava loyvisbræv frá FSF. Tað vil við øðrum orðum siga, at leikari uttan loyvisbræv ikki kann leika í lands- og steypakappingini.
 
Og av stk. 2 framgongur, at feløgini hava ábyrgd av at fráboða allar sínar leikarar til FSF innan 1. mars á hvørjum ári.
 
Í stk. 3 er ásett, at tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari. Út frá hesum framgongur, at leikari, sum ikki hevur loyvisbræv, er at meta sum ólógligur leikari.
 
Sambært grein 15 stk. 1 er skráseting og loyvisbræv í gildi, til felag gevur kappingarnevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikar fyri felagið; eisini verður víst til grein 15, stk. 3 og annars til grein 15 í síni heild.
 
Til fyrisiting av hesum hevur Fótbóltssambandið gjørt serstakt skjal, Leysgeving/Loyvisbræv, sum skal undirskrivast av felagnum, sum leysgevur leikara, leikaranum sjálvum og felagnum, sum ynskir at fáa spæliloyvi til leikaran.
 
Tað  vil við øðrum orðum siga, at grein 15 og 16 viðgera, hvussu farast skal fram, tá flutt verður millum feløg.
 
Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu feløgini hava megnað at hildið reglurnar um fráboðan av leikarum, men sum heild má sigast, at feløgini hava megnað hesa uppgávu rættiliga væl, tá havt verður í huga tað útskifting, sum verið hevur í feløgunum, ikki minst undir og beint eftir kreppuna í nítíárunum.
 
FSF hevur ikki ta fatan, at feløgini fara lætt um fráboðan av leikarum, heldur hinvegin. Tí er tað burturvið at generalisera og geva fólki ta fatan, at einki skil er á, og at øll feløgini brúka ólógligar leikarar. Henda generalisering er til ampa og niðurgerðing av føroyskum fótbólti sum heild.
 
Fótbóltssambandið hevur ongantíð fingið kæru frá felag um spæliloyvi ella skráseting av leikarum, sum altíð hava leikt við sínum móðurfelag, og Fótbóltssambandið hevur altíð hildið seg til ta meginreglu, at fyri tað um felag av eini ella aðrari orsøk hevur gloymt at fráboða egnan leikara ella hevur fráboðað skeivt um egnan leikara, so fær tað ikki fylgjur.
 
Viðmerkjast skal somuleiðis, at Fótbóltssambandið so at siga á hvørjum ári hevur sent feløgunum skrásetingarlista og biðið um viðmerkingar til listan, og fyri at hava enn størri gjøgnumskygni avgjørdi Fótbóltssambandið, eins og gjørt verður í øðrum londum, at leggja leikaralistan á heimasíðu FSF´s, hetta fyri at lætta um hjá feløgunum, leikarum o.ø
 
Ætlanin er, at leikaralistin á heimasíðini í framtíðini skal verða fullfíggjaður, men sum vit søgdu feløgunum frá í skrivi, tá leikaralistin varð lagdur út á heimasíðuna, so kann roknast við, at feilir eru í, og heitt varð tí á feløgini um at koma við møguligum viðmerkingum og nýggjum fráboðanum.
 
Hesin leikaralistin skal í framtíðini eisini kunna brúkast hjá teimum feløgunum, sum ikki hava egna skráseting á telduskipan. Fyrisiting FSF´s dagførir regluliga nýggjar og broyttar skrásetingar, so hvørt feløg gera vart við seg, og síðan leikaralistin kom á heimasíðuna, er virksemi munandi økt, serliga við skráseting av teimum yngstu leikarunum.
 
Fótbóltssambandið er av teirri fatan, at ásetingarnar um spæliloyvi er eitt tað mest fundamentala í allari okkara skipan fyri at hava loyvi at leika skipaðan fótbólt, og brot framd í sambandi við leikarar í Formuladeildini er heldur meira skerpandi enn nakað annað.  Fótbóltssambandið ger í hvørjum einstøkum føri eina samlaða meting av málinum, men veruleikin er, at siðvenjan á økinum bæði í Føroyum og útlondum heilt greitt sigur, at hesi brot verða revsaði við, at viðkomandi lið verður dømt at tapa dystin. Tað skula heilt serligar og óvanligar umstøður til, áðrenn tað er møguligt at síggja burtur frá hesi føstu siðvenju.
 
Mannagongd í sambandi við leikarasáttmálar
FSF fær frá feløgunum leikarasáttmálar til góðkenningar. Saman við leikarasáttmálunum skal fyriliggja fíggjarætlan fyri árið, síðst góðkendi og granskoðaði roknskapur og ein váttan um, at felagið megnar fíggjarligu skyldurnar í leikarasáttmálanum.
Tá FSF hevur móttikið neyðuga tilfarið, verður sáttmálin góðkendur.
FSF hyggur ikki eftir, hvar loyvisbrævið hjá leikaranum er, men einans um hesin hevur nakran annan góðkendan leikarasáttmála, hetta fyri at tryggja, at leikarin ikki hevur tveir leikarasáttmálar samstundis tí tað er komið fyri.
 
Leikarasáttmáli og loyvisbræv er hvør sítt og mugu ikki samantvinnast.  Hóast leikarasáttmáli er latin FSF, er hetta ikki at meta sum fráboðan um flyting av spæliloyvi millum feløg.
Feløg hava heimild at samráðast við leikarar frá tí, at 6 mðr. eru eftir av leikarasáttmálatíðini. Í hesum tíðarskeiði kann leikarasáttmáli undirskrivast millum leikara og nýtt felag og sendast FSF til góðkenningar og verða góðkendur, meðan leikarin framvegis leikar fyri gamla felagi í fleiri mðr. eftir, at nýggi leikarasáttmálin er gjørdur. Hetta kann eisini m.a. verða galdandi fyri útlendingar, hvørs spæliloyvi framvegis kann liggja í útlandinum. Tí ber ikki til at brúka leikarasáttmálan sum fráboðanarskjal til spæliloyvi. Afturat hesum kemur, at gamla felagið ikki altíð verður eftirspurt í sambandi við nýggjan leikarasáttmála, um so er, at gamli leikarasáttmálin er farin úr gildi, og so leingi FSF ikki hevur móttikið leysgeving/loyvisbræv skjalið, er FSF av tí áskoðan, at feløgini ikki eru samd um sjálva flytingina av spæliloyvinum. Tað kunnu vera millumverandi j.fr. grein 17 stk. 1. í kappingarreglunum, sum gera, at gamla felagið ikki vil leysgeva leikaran. Men tað forðar ikki  leikara og øðrum felagi at gera nýggjan leikarasáttmála men leikarin sleppur ikki at leika fyri nýggja felagið, fyrr enn spæliloyvi er komið upp á pláss.
Eisini er tað komið fyri, at eftir at leikarasáttmáli er góðkendur,  broytir leikari støðu og fer heldur at leika fyri annað felag.
 
Feløgini kunna kæra mál í sambandi við spæliloyvi til FSF. Fótbóltssambandið kann sambært grein 39, stk. 3 taka mál upp til viðgerðar, men kemur hetta bert fyri, um málið kemur FSF til kunnleika. Hetta var tað, sum hendi, tá Fótbóltssambandið í fjør viðgjørdi málini viðvíkjandi B36 og KÍ og nú aftur í sambandi við HB.
 
Málini í 2005 og 2006
 
Í 2005 valdi Fótbóltssambandið at taka tvey mál til viðgerðar, tí FSF fekk kunnleika um ávís spæliloyvi, sum ikki vóru í lagi. og varð hetta gjørt sambært grein 39, stk. 3 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt. Orsøkin var nevniliga, at tað kom FSF til kunnleika, at ávísir leikarar ikki høvdu spæliloyvi í lagi í ávikavist B36 og KÍ. Tá slíkur illgruni kemur til kunnleika hjá FSF, hevur FSF ongan annan møguleika enn at taka málið upp.
 
B36 hevði ikki spæliloyvi til Eyðun Højgaard í lagi og varð tí dømt at tapa dystin móti SKÁLA í kappingini um Løgmanssteypið. B36 kærdi úrskurðin hjá nevndini í FSF til Dómsnevndina, sum staðfesti úrskurðin hjá FSF.
 
KÍ hevði ikki spæliloyvini til Heðin á Lakjuni, Høgna Madsen og Hjalgrím Elltør í lagi og varð tí dømt at tapa sín dyst móti FRAM í kappingini um Løgmanssteypið. KÍ kærdi úrskurðin hjá nevndini í FSF til Dómsnevndina, sum staðfesti úrskurðin hjá FSF.
 
Í báðum førum var talan um, at leikarar skifta felag og ikki um leikarar, sum bert hava leikt við sínum móðurfelag. Hesi mál vórðu søgd at vera prinsippiell, tí  kappingarnevndin ynskti at fáa roynt málið í nevnd FSF´s fyri á tann hátt at fáa staðfest, um FSF var sinnað at halda fast um meginregluna, at felag altíð tapir dyst, um felag ikki hevur spæliloyvi hjá leikaranum, talan er um. Nevndin var av tí áskoðan, at haldast skuldi fast við nevndu meginreglu, tí hon er í samsvar við FIFA og UEFA reglur og hvat í onnur lond vanliga brúka sum sekt fyri líknandi brot. Tó brúka FIFA, UEFA og ymisk onnur lond enn strangari sekt m.a., at felagið, umframt at verða dømt at tapa dyst, eisini fær rættiliga stóra bót.
 
FRAM-NÍF dystur í kappingini um Løgmanssteypið í vár
Eftir nevnda dyst kemur kæra til FSF frá NÍF, sum meinar at FRAM hevur nýtt leikarar, hvørs spæliloyvi ikki vóru í lagi at leika við FRAM. FSF biður FRAM um viðmerkingar, men FRAM velur at kæra NÍF til FSF fyri sama brot.
Niðurstøðan verður, at hjá FRAM vóru fleir leikarar sum høvdu spæliloyvi í øðrum feløgum, meðan NÍF hevði ein leikara, sum hevði spæliloyvi í øðrum felagi. Útfrá hesum vóru bæði dømd at tapa dystin. Bæði feløgini góðtóku úrskurðin og kærdu ikki til Dómsnevndina.
 
 
HB-VB/Sumba
Sum kunnugt hevði HB ikki spæliloyvi hjá Páll M Joensen í lagi og varð av nevnd FSF´s dømt at tapa dystin, og hevur HB kært málið til Dómsnevndina. Hetta málið er meinlíkt KÍ málinum frá í fjør.
 
Onnur spæliloyvir sum alment eru nevnd
Tað eru nøkur nøvn, sum alment hava verið nevnd í hesum sambandi, og hevur verið ført fram, at einki skil er í skrásetingini hjá FSF og feløgunum.
 
Bogi Løkin:
Hevur altíð leikt í NSÍ, men ongantíð formelt skrásettur. Eitt forsømilsi av NSÍ ella FSF, men leikarin verður ikki mettur ólógligur av FSF av hesi orsøk.
 
Sorin Angel:
Kom til Føroya í 2001, men er mest sannlíkt av eini ella aðrari orsøk ikki í telduskipan FSF´s. Møguliga dottin úr skipanini í sambandi við umlegging av telduskipan ella í sambandi við flyting. EB/Streymur hevur loyvisbrævið uppá Soren Angel og hevur boðað FSF frá, at teir senda avrit av loyvisbrævinum til FSF og verður tað síðan bókað hjá FSF.
 
Klæmint Matras:
Sum er stendur hann skrásettur at verða í Watford, men ein viðmerking í sambandi við flytingina til Watford er, sum sigur, at loyvisbrævið skal flytast aftur til B36 15.04.2000. Tí er mest sanlíkt, at sama er hent hjá honum sum við Sorin, men hetta verður nú rættað.
 
Samanumtøka
Havandi í huga at tað eru fleiri túsund fótbóltsleikarar í Føroyum, verður uppáhaldið um, at óskil valdar innan fyrisiting FSFs afturvíst. Eisini verður átalað, at fótbóltsfeløgini verða ákærd fyri ikki at hava skil á sínum viðurskiftum og harmast vit  almikið, at tað alment verður lagt upp til, at einki skil er í innan føroyska fótbóltsheimin. Endamálið við slíkum skuldsetingu kann einans verða at seta kílar í innan føroyskan fótbólt og at seta fótbóltin í ringt ljós.
 
 
Fótbóltssamband Føroya
 
Óli Holm