Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskapurin hjá svartkjaftaflotanum brúkiligur

John William Joensen

Fiskiveiðieftirlitið sigur at teir hava gott eftirliti við hjáveiðuni hjá stóra svartkjaftaflotanum sum í løtuni er vestan fyri Føroyar. (myndin er frá AIS Ship Tracker hjá VIKMAR)

Fiskiveiðueftirlitið váttar at eini 50 svartkjaftaskip eru í løtuni í føroyskum sjógvi.
– Fiskiskapurin er ikki tann besti í løtuni men hann er tó brúkiligur.
– Um vit hyggja nærri at skipunum, sum í løtuni eru í føroyskum sjóøkið, so kunnu tey fiskað upp til eini 25.000 tons av svartkjafti um dagin tá fiskiskapurin er góður.
– Vit hava eftirlit við øllum landingunum í Fuglafirði og eisini hava vit eftirlitsfólk umborð á Atlantic Navigator.
– Tí eru kanningarnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum sera nágreiniligar og tær vísa at hjáveiðan liggur niðanfyri 0,5 prosent.
– Vit høvdu onkrar stakroyndir í gjár, sum vístu at hjáveiðan av heilt nirri á 0,2 prosent.
– Tað vil við øðrum orðum siga at hjáveiðan hjá flotanum er undir 125 tons um dagin.
– Men svartkjafturin ferðast norður eftir og royndirnar vísa at norðanfyri kemur hann nærri vanligu upsaleiðunum og tá veksur hjáveiðan munandi
– Eitt nú høvdu vit stakroyndir frá í fjør sum vístu at hjáveiðan kom heilt upp í 5%. Men her var talan um eitt miseydnað hál, og í lógini stendur at skipini kunnu ikki hava meira enn 2% av øðrum fiskasløgum. Tí rima tey av leiðunum har hjáveiðan nærkast teimum tveimum prosentunum, var sagt frá Fiskiveiðieftirlitinum í morgun.

Av tí veiðiorku sum í løtuni er í føroyskum sjógvi svara 2% í hjáveiðu til at flotin ein góðan fiskidag hevur loyvi til at fiska umleið 500 tons av upsa og øðrum fiskasløgum. Men sambart fiskiveiðieftirlitinum er hjáveiðan sum sagt minni enn 0,5 %.

TRÝST Á MYNDINA SO SÆST EITT SAMANSETT KORT Í VÍSIR HVAR FLOTIN VAR STADDUR Í MORGUN (tó verða ikki øll skipini skrásett í skipanini, og hon røkkur bert út á 80 fjóðringar.