Tað er altíð trupult at spæla á Mølini, men tað var týðuligt at tað vóru tvey topplið sum møttust, sigur fyrrverandi KÍ áleyparin Jákup Mikkelsen
– Í fyrra hálvleiki kunnu klaksvíkingar takka Meinhard Joensen fyri at EB/STR ikki fekk meira enn tað eina málið.
– Meinhard hevði eina eina stórbjarging fyri og aðra eftir í fyra hálvleiki og kundi sundalagsmenn verið á odda 4-1 um hepni var við teimum, í fyrra hálvleiki.
Seinri Hálvleikur
– Tað er altíð vindur á Mølini, og í seinra hálvleiki var tað KÍ sum hevði vindin í ryggin, og samanumtikið haldi eg at KÍ hevði bestu mál møguleikarnar.
– Um eg skal nevna aðrar KÍ leikarar umframt Meinhard so haldi eg at Oddmar Joensen og nýggi serbiski verjuleikarin komu væl frá dystinum.
– Samanutikið haldi eg at úrslitið var rættvíst og liðini vístu í verki at tey uttan iva vera millum tey sum fara at kappast um fremstu plássini í ár.
– Eg havi ikki sæð allar dystirnar hjá KÍ í ár, men til tíðir spældi KÍ væl og eg haldi at vit klaksvíkingar kunnu fegnast um gongdina hjá KÍ, sigur fyrrverandi KÍ áleyparin, varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen.




