cand.scient. í ítróttarfysiologi, tvífaldum OL-vinnara og seksfaldum heimsmeistara
Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Róðrarfelag hava í felag tikið stig til at fáa heimskenda rógvaran Eskild Ebbesen til Føroya at halda fyrilestur fyri føroyskum rógvarum. Fyrilesturin verður leygardagin 20. mai klokkan 14.00 á Hotel Norð á Viðareiði.
Eskild Ebbesen er eitt tað størsta navnið innan danska ítróttarheimin. Sum tann einasti hevur hann verið við umborð á "Gullfýraranum" øll ellivu árini, og hevur hann vunnið heiðursmerki hvørt ár, annaðhvørt til OL ella til HM ? átta ferðir gull.
Fyrilestur (1¼-1½ tími)
– "Gullfýrarin" ? tvær ferðir OL-Gull og seks ferðir HM-Gull
– Venjingarástøði: Hvussu verður vant mest effektivt, dømi um venjingarætlan og niðurtrapping
– Efturmeting av venjingini (royndir, dagbók)
– Rættur kostur í samband við venjing.
– At seta sær mál sum einstaklingur og fyri manningina
– "Motiverað" hvønn annan umborð. Læra at seta fokus á veika liðið í ketuni.
– Kappingarhugaður ? best tá ið á stendur.
Steðgur
– Róðrarsamband Føroya bjóðar til lætt ábit
Venjing (ergometur) uml. 1 tím i- Royndir
– Tilrættarlegging
– Teknikkur
Tilmelding
Fyrilesturin verður ókeypis fyri øll róðraráhuga í Føroyum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til krf@krf.fo ella við at ringja á telefon: 215727. Vinarliga sigi okkum hvussu nógv tit verða og hvørja manning tit hoyra til.
Seinasta freist at melda til er hósdagin 18. mai klokkan 12.00.
Við róðrarkvøðu
Klaksvíkar Róðrarfelag
Norðoya Sparikassi




