Nógvir av línubátunum úr Klaksvík landaðu áðrenn langa vikuskiftið. Av Ladingarmiðstøðini frættist, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og er fiskaprísurin eisini rímiligur.
Nógvir av línubátunum úr Klaksvík landaðu áðrenn langa vikuskiftið. Av Ladingarmiðstøðini frættist, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og er fiskaprísurin eisini rímiligur. Onkrir bátar vóru á Føroya Banka, men teir flestu vóru norðanfyri og eystanfyri Føroyar. Teir stóru línubátarnir fóru aftur til fiskiskap sunnudagin; onkrir í dag, mánadag.
Landingar í viku 19:
Helena: 33.000 pund
Klakkur: 75.000 pund
Pison: 43.000 pund
Núpur: 53.000 pund
Ågot: 60.000 pund
Froya: 80.000 pund
Grani: 52.000 pund
Polarstjørnan: 49.000 pund
Gáshøvdi: 7.000 pund
Fiskimúli: 13.000 pund




