Sambært ananova.com hevur ein indianari sitið eina hálva øld í einum træi, eftir at hann og konan skeldaðust.
Gayadhar Parida fór upp í træi eftir at hann og konan høvdu skeldast yvir ein smálut, fyri meira enn 50 árum síðani.
Tað skal tó sigast, at hann flutti træ, tá tað fyrsta hann flutti í varð oyðilagt í einum stormi. Men enn er hann ikki fluttur niðuraftur á fasta grund.
83 ára Parida, sigur, eg fór upp her eftir ófrið við mína konu, men eftir nøkrum døgum føldi eg eina andligheit, ið hevði ment seg inní mínum kroppi.
Sagt verður m.a., at hann oftani hevur vandamiklar slangur til gestir, og einans kemur niður úr trænum fyri at drekka vant úr eini hyli. Mat tekur hann einans ímóti frá familjuni.
Royndirnar at fáa hann niðuraftur úr trænum hava enn ikki eydnast. 53ára gamli sonur hansara, sigur: eg eri fleiri ferðir farin út í garðin fyri at fáa hann niður, men hevur hann staðiliga avvíst tað. Keddur og avvístur mátti eg fara heimaftur.




