Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brek við Toyota bilum

John D. Olsen

Av tí at Toyota fyritøkan hevur funnið ein feil við stýringini á nógvum bilum, hevur fyritøkan avgjørt at innkalla umleið 1 millión bilar í øllum heiminum.

Í Føroyum hava bilaeigararnir enn ikki hava fingið at vita, at teirra bilur møguliga er við í bólkinum av bilum, ið skulu til umvælingar. Í Føroyum er leysliga metingin, at umleið 50 Corolla bilar, ið eru framleiddir millum 2001 og 2004 kunnu hava nevnda feilin. Harafturat verður mett, at umleið 150 Avensis, ið eru framleiddir millum januar 2001 og desember 2005 kunnu hava brekið.
Eivind av Reyni, Stjóri á Reyni Service sigur, at kundarnir tó ikki skulu óttast, tí eingin vandastøða hevur verið við bilunum. Talan er um ein gardanlið í stýringini, ið skal skiftast. Hann sigur víðari, at teir raktu kundarnir fáa eitt skriv frá Toyota um hetta, um umleið tvær vikur.