Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fittasta barnið í danska ríkinum er klaksvíkingur

Oliver Joensen

PhotoCare hevur nú kunngjørt hvør vinnarin er í kappingini um "Danmarks sødeste baby". Vinnari gjørdist Jóhan úr Klaksvík.

PhotoCare í Klaksvík hevur eisini verið við í kappingini hjá handilsketuni, og hevur sent myndir inn av børnum, sum Photo Care í Klaksvík hevur avmyndað.
Á miðnátt í gjárkvøldið var stongt fyri atkvøðugreiðsluni og ímorgun varð greitt, at vinnari gjørdist sonur Valborg og Fróða Josephsen, Jóhan, ið er føddur 09.09.05.
Klaksvíkingurin gjørdist sostatt "Danmarks sødeste baby" í kappingini hjá handilsketuni PhotoCare.
Vit á Norðlýsinum fara við hesum at ynskja Jóhan og foreldrum hjartaliga tillukku.