Sum vanligt er, so koyrdu teir ungu, frísku og framfýsnu næmingarnir við lastbili ígjøgnum Klaksvíksgøtur.
Síðsti dagur hjá 10. flokkunum var í dag. Sum vanligt er, so koyrdu teir ungu, frísku og framfýsnu næmingarnir við lastbili ígjøgnum Klaksvíksgøtur. Fólk sóust ymsastaðni við karamellum; børnini stóðu í flokkum og skymaðust eftir lastbilinum við teimum gávumildu karamellukastandi, floytandi og, at síggja til, sera vælnøgdu ungu fólkunum.
Fyri framman liggja nógvar spennandi løtur. Áðrenn tey av sonnum kunnu sigast at vera liðug við fólkaskúlan, skulu tey ígjøgnum royndirnar. Í hesum døgum, tá stórur partur at teimum ungu søkja inná miðnámsskúlarnar, er tað av týdningi, at tey fáa góð úrslit. Onkrir av miðnámsskúlunum verða noyddir at avvísa næmingar, tí pláss ikki er fyri teimum. Mátistokkurin, ið hetta verður gjørt eftir, er miðalskoðsmálið hjá næminginum.
Vit á Norðlýsinum ynskja tykkum tillukku við seinasta skúladegnum og alla eydnu framyvir!




