Í samband við at tey fyrstu 20 hava tikið trygdarskeið fyri smábátar, var lítil samkoma í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelag mikukvøldið.
Út yvir kaffi, kakur og prógvhandan bleiv drigið lod um ein gummibjargingarbát, ið var latin av P/F Gummibátatænastuni.
Hepni vinnarin bleiv Sunrid Torvadal. Tillukku við bjargingarbátinum og góðan byr framyvir.
Vit á Trygdarmistøðini ynskja teimum luttakandi tillukku við prógvnum.
Næsta skeið verður – treytað av nóg stórari undirtøku 19 og 20 juni.
Undirvíst verður frá kl 18 til 22 bæði kvøldini.
Tilmelding fer fram á :
seasafe@seasafe.fo




