Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renning: Treysti vann 12 heiðursmerkir

John William Joensen

Á Sundalagsstevnuni, sum var í Kollafirði um vikuskiftið, vann Treysti ikki færri enn 12 heiðursmerkir. Fýra av hvørjum slagi.

Fríggjakvøldið skipaði Bragdið fyri 2.umfari av Grand Prix renning í Kollafirði. Treysti hevði 22 luttakarar við, og komu teir norðaftur við fýra gull, fýra silvur og fýra bronsu heiðursmerkjum.

Fyrst at renna vóru gentur -7, sum runnu 600 metrar, og her eydnaðist tað Paulinu Fuglø at vinna tryggan sigur í tíðini 2,39 min. Monika P. Jacobsen, Ásbjørg Hjelm og Maria Biskopstø blivu nummar fýra, fimm og sjey. Síðani runnu dreingir -7 eisini 600 metrar, og her bleiv Andrias á Marknagili nummar tvey í tíðini 2,47 min.

Hjá dreingir -10, ið runnu 700 metrar, vóru fýra av fimm teimum fremstu úr Treystinum og komu tveir á skammilin. Vinnari við einum sekundi gjørdist Heðin Gregersen í tíðini 2,31 min. meðan Alvi Hjelm gjørdist nummar 3 í tíðini 2,35 min. so her var tætt í oddinum. Á fjóðra og fimta plássi komu Beinir Johannesen og Osvald á Marknagili i tíðini 2,39 min. og 2,42 min.

Gentur -13 runnu 800 metrar og her gjørdist Rebekka Fuglø vinnari í tíðini 2,40 min. sum er ein góð tíð. Rebekka er úttikin til at skulla umboða Føroyar og luttaka í VU-spelen, sum verður í Gøteborg í 7.-9. juli. Monika Biskopstø gjørdist nummar fýra í hesum bólkinum. Dreingir -13 runnu eisini 800 metrar og her gjørdust John Viljam Johannesen og Einar Gregersen nummar seks og sjey í tíðini 2,54 min. og 2,55 min.

Tann elsti gentubólkurin -17 rann 1.000 metrar og her gjørdist Vilbjørg Johannesen nummar trý við tíðini 4,02 min.

Elstu dreingirnir -17 runnu eisini 1.000 metrar og her gjørdust nummar eitt og tvey, eins og á Norðoyastevnu, Álvur F. Christiansen og Jan Elmar Sørensen. Teir komu hesaferð báðir á mál í tíðini 2,59 min. sum er sera væl runnið av teimum báðum. Álvur og Jan Elmar er eisini úttiknir til at umboða Føroyar í VU-spelen í Gøteborg. Tað fara íalt 13 børn úr Føroyum til Gøteborg at renna. Seinasta ár vóru yvir 3.000 luttakarar úr 300 feløgum og 15 londum við í Varldungdomsspelen á Ullevi. Tað kann líka nevnast, at vikuna áðrenn føroysku børnini fara at renna á Ullevi, verður EM í Frælsum Ítrótti hildið har.

Hjá kvinnunum gjørdist vinnarin á Norðoyastevnu, Fríðunn Steinberg, hesaferð nummar tvey í tíðini 22,39 min. eftir teir fimm kilometrarnar, sum tey vaksnu runnu. Susan Jacobsen gjørdist nummar fýra í tíðini 25,00 min. Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen nummar trý í tíðini17,27 min. meðan Pól Sundskarð, Jonhard Larsen og Tummas Joensen gjørdust nummar ellivu, tólv og trettan í tíðunum 19,07min., 19,09 min. og 19,20 min. Pól og Tummas gjørdust nummar tvey og trý í veteranbólkinum. 

Næsta rennikapping verður týskvøldi kl. 18.30 í Runavík tá tey vaksnu fara at renna 3. umfar av Grand Prix renning, sum samstundis verður FM á 10 kilometur teininum. Børnini fara at renna 3. umfar í Grand Prix renning fríggjakvøldið á Eystanstevnu í Runavík.