Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fá børn meðan tú ert ungur

John William Joensen

Ein Amerikonsk kanning vísir, at eldri menn eru, verri er góðskan á teirra sáði.

Vit eiga ikki bert at hugsa um aldurin á kvinnunum, tá vit hugsa um hvussu burðardygg vit eru. Undanfarnar kanningar hava ikki givið ábendingar um at kvaliteturin á sáðnum hjá monnum verður verri eldri teir gerast. Hetta skrivar nature.com.
Kanningin, ið tekur støðið í royndum við 100 monnum í aldrinum millum 18 og 80 ár, vísir at sannlíkindi eru fimm ferðir so stór, fyri at sáðið er skadd hjá eldri monnum í mun til yngru royndarpersónarnar. Skadd sáð kunnu hava stóran týdning fyri fruktbæri hjá monnum. Harafturat vísa royndirnar eisini, at jú eldri menn eru, størri eru sannlíkindini fyri at sáðið hevur arvafrøðiligt brek.
Ein av granskarunum aftan fyri kanningina, farðsóttarfrøðingurin frá Berkeley, Brenda Eskenazi, sigur, at Menn ikki bert eiga at hugsa um fruktbæri hjá kvinnunum men eisini teirra egna fruktbæri eins og teirra evni at skapa frískt avkom.
Aðrar royndir hava tó ikki víst at samanhangur er millum aldur og arvafrøðisligt brek á sáði.

Keldur:
www.nature.com
www.politikken.dk