Klassikarin KÍ-HB er nakað heilt serligt.
KÍ og HB spæla í kvøld kl. 18
Síðan fyrsta dystin í Klaksvík í 1912 hava dystirnir næstan altíð verið dramatiskir og í nógvum førum verið avgerandi fyri føroyameistaraheitið.
Djúpumýra – ein opin hjallur
Av seks heimadystum í ár hevur KÍ bert vunnið ein (KÍ-VB/Sumba 3-0), spælt tríggja javnar (KÍ-Skála 2-2, KÍ-HB 2-2, KÍ-GÍ 1-1) og tapt tveir (KÌ-B36 0-1, KÍ-B68 1-3).
Hinvegin er KÍ framvegis ósigrað á útivølli. Her hava vit vunnið fýra ferðir (NSÍ-KÍ 0-1, ÍF-KÍ 2-3, B68-KÍ 0-4, VB/Sumba-KÍ 1-7) og spælt tríggjar javnleikir (B36-KÍ 1-1, EB/Str-KÍ 1-1, ÍF-KÍ 0-0).
Av teimum 21 stigunum sum KÍ hevur fingið higartil eru bert seks vunnin á heimavølli meðan heili 15 stig eru vunnin á útivølli.
Nakað sum eyðmerkir KÍ í ár er at liðið skorar nógv mál og hevur bert leikt ein málleysan dyst (ÍF-KÍ 0-0.
Hóast bert 13 umfør eru farin hevur KÍ skorða heili 26 mál, men av hesum eru einans níggju skoraði í Klaksvík. Seytjan hava vit fingið á útivølli.
HB er sterkast í Gundadali, eingin ivi um tað.
Nú 13 leikumfør eru farin hevur HB vunnið fimm dystir á heimavølli ( HB-ÍF 5-1, HB-NSÍ 4-0, HB-B36 2-0, HB-VB/Sumba 4-1, HB-NSÍ 2-1), leikt ein javnleik (HB-EB/Str 2-2) og tapt tveir (HB-EB/Str 2-3, og HB-GÍ 1-2).
Hinvegin hevur HB higartil í ár bert vunnið tveir dystir á útivølli (B68-HB 1-2 og Skála-HB 0-1).
HB hevur leikt tveir javnleikir á útivølli (Skàla-HB 1-1, KÍ-HB 2-2) og tapt einaferð, nevnuliga í Gøtu (GÍ-HB 3-2).
Dagsformurin
Hyggja vit hvussu dagsformurin er so hevur KÍ bert megnað at vunnið ein dyst (VB/Sumba-KÍ 1-7) seinastu fimm umførini, leikt tveir javnleikir (KÍ-GÍ 1-1, ÍF-KÍ 0-0) og tapt tveir dystir (KÍ-B36 0-1 og KÍ-B68 1-3)
HB hevur harafturímóti vunnið tríggjar dystir (B68-HB 1-2, HB-NSÍ 2-1, Skála -HB 0-1) og spælt ein javnleik (HB-EB/Str 2-2) og tapt ein móti GÍ í Gundadali (1-2).
Hóast HB hevur vunni fleiri dystir so var seinasta umfarið eins skuffandi fyri HB viðhaldsfólkini sum fyri KÍ fjeppararnar.
HB tapti heldur óvantað í Gundadali móti GÍ (1-2) og KÍ skuffaði í fuglafirði við einans at fáa javnleik (0-0).
Hetta hevur givið báðum liðunum nakað at hugsa um og tað er eingin loyna at baði liðini hava brúk fyri sigrið í Djúpumýru mikukvøldið.
Alt er púra opið.
Ert tað nakað sum hevur eyðkent formuladeildina í ár so er tað at øll liðini vinna á hvørjum øðrum. Hóast VB/Sumba tykist í løtuni at vera verri enn hini liðin so megnaðu teir næst seinasta vikuskift at fáa javnleik (2-2) í Gundadali móti meistarunum úr B36.
Seinastu tvey umførini hava verið trupul hjá KÍ. Tapið móti B68 í Klaksvík og málleysi og tannleysi dysturin móti ÍF í fuglafirði um vikuskiftið hava sett ein dempara á vónirnar til KÍ, men tá HB vitjar í Klaksvík er eingin ivi um at vit kunna rokna við øllum.
Seinast liðini møttust fingu vit ein undirhaldandi og spennandi dyst við nógvum dramatikki har útjanvandi málið hjá KÍ kom í yvirtíðini.
Tað er tó neyvan ivi um at KÍ nú er á einum vega móti. Við 21 stigum hevur liðið framvegis góðar møguleikar at náa oddinum men skal hesin møguleikin varveitast er neyðugt at KÍ far stig burtur úr og helst trí stig.
Mikukvøldi verður eisini fyrsti dysturin hjá nýggja KÍ áleyparanum, Christian Lundberg, á Djúpumýru og er hetta kanska eisini ein orðsøk til at KÍ-fjepparar kunnu gleða seg til mikukvøldi.
Við einum sigri á HB hevði KÍ lyft seg fram í oddastriði, men tað verður als eingin løtt uppgáva.
HB hevur eitt sera evnaríkt lið sum hevur víst sera góðar dygdir í ár, og seinast kendu havnadreingirnir seg sníttar fyri ein sigur í Klaksvík. HB vil vinna FM í ár og tí hava teir ikki ráð ella stundir til at snáva í Klaksvík.
Ein klassikari frá 1912
Alt er tí sett upp til ein stórdyst millum KÍ og HB mikukvøldið og eingin ivi er um at talan verður um stóran spenning og ein dyst sum tosað menn fara at minnast. Tí er tað ein forrættur hjá teimum ungu monnum sum fara í bláhvítu og svørthvítu búnarnar mikukvølið. Teir eru við til at skriva føroyska ítróttar søgu og eru partur av einum klassikara mill-um stóru og søguríkastu feløgini í førum.
Fyrstu ferð feløgini hittast, er samstundis fyrsti fótbóltsdystur í Klaksvík, og var hann leiktur í 1912. Dysturin endar eisini sera javnur, nevnuliga við javnleiki 3-3. Eftir fylgjandi árini tapir KÍ stórt móti HB í Klaksvík, og hóast KÍ okkurt árið megnar javnleik so er fyrsti sigurin á HB í Klaksvík ikki fyrr enn í 1936 tá KÍ vinnur 5-0.




