Við at broyta avgerðina um at leggja bátin hevur manningin á Eysturoyingi víst rætta hugburðin
Á heimasíðuni hjá Drekanum verður sagt frá at manningin á Eysturoyingi hevur broytt avgerð eftir at hava umhugsað støðuna.
– Vit vildu gera greitt, at vit als ikki kundu góðtaka at RSF loyvdi slíkum sum tí, ið hendi á eystanstevnu, og teir hava nú broytt reglugerðina soleiðis, at skotið verður av, tá bátur hongur fastur. Men álíkavæl ásannaðu teir, at einki var galið á eystanstevnu síðsta leygardag, og tað undrar okkum, sigur Ludvík.
– At støðan sum sagt er vend móti okkum og kanska onkrari aðrari manning við er sera óheppið, tí eingin bátur hevði skyldina av tí, sum hendi fyri okkum og Vestmenning, hvørki vinnarin á eystanstevnu ella hinir kappingarneytarnir. Vit fegnast tó um, at feløg ið varaðu av onkrum 10-mannafari, vístu samhuga við okkum og heittu á RSF um at skipa so fyri, at róðurin varð strikaður ella rógvin umaftur, sigur Ludvík Justinussen við heimasíðuna hjá Drekanum.
Flott Eysturoyingur!
Vit á Norðlýsinum mugu taka hattin av fyri at manningin á eysturoyingini, hóast stóra skuffilsi á Eystanstevnuni, valdi at sláa kalt vatn í blóði og halda fram við kappingini.
Tað er eingin ivi um at hetta er rætta avgerðin tí tað hevði ikki verið til gagn fyri nakran at stóra arbeiði sum manningin á eysturoyingini hevur lagt í at venja kappróður, nú skuldi fara fyri einki. Og minst av øllum hevði hetta gagna manningini á Eysturoyingi.
Vit fara at ynskja teimum góða eydnu í kappingini móti m.a. Klaksvíkingi og aftaná óhepna startin á Eystanstevnu eru tað uttan iva mong sum fara at halda við Eysturoyingini.
Tað besta við avgerðini hjá manningini á eysturoyingi er at kappingini, tvs. føroyskur kappróður, vinnur, og tað er til frama fyri øll róðrarfeløgini.
Flott – eysturoyingur




