Fyri løtu síðan rendu ein bilu og ein motorsúkla saman norðuri á Grønabóli.
Løgreglan og sjúkrabilur vóru boðsend, og maðurin á motorsúkluni endaði á sjúkrahúsinum.
Hví óhappið hendið vil løgreglan einki siga um, men motorsúklan rendi upp í reyvina á bilinum.
Vit hava enn ikki frætt um maðurin á motorsúkluni fekk nakran skaða.




