Umsitingin í UEFA vil í løtu ikki blanda seg upp í HB málið
Eftir at tað var greitt at Føroya Rættur útsetti dyst í føroysku steypakappingini royndu vit at fáa eina viðmerking frá aðalskrivaranum í UEFA, Lars-Christer Olsson.
Men UEFA vil í løtuni ikki blandað seg í málið, sum sambart UEFA er eitt mál hjá føroyska fótbóltssambandinum.
– UEFA hevur greiðar reglur um hvussu slík mál skulu avgreiðast og tí hevur UEFA altíð hildið fast um at slík mál skulu avgreiðast innan fótbóltsheimin.
– Tað er tí rættuliga óhugsandi at UEFA hevði góðtikið at slík mál vóru avgjørd aðrastaðni, var sagt frá fjølmiðladeildini hjá UEFA.




