Framførslan, sum tiltikni rockbólkurin Straight Ahead hevði á Summar Festivalinum í fjør, verður send í Sjónvarpinum leygarkvøldið
– Tey sum ikki vóru á Summarfestivalinum, fáa nú høvi til at hugna sær saman við Straight Ahead, og tey sum vóru á festivali fáa nú eitt kærkomið høvi at hoyra klassikararnar aftur.
Soleiðis sigur Sjónvarpið um live-framførsluna við Straight Ahead, ið teir fara at senda leygarkvøldið.
Straight Ahead var undangongubólkur í føroyskum rocktónleiki í 70’unum, og við sangum sum Komið Øll Við, Upp á gólv og Me and Virgina gjørdust teir eitt stórt navn í Føroyum.
Á Summar Festivalinum í fjør hevði Straight Ahead eina sjáldsama framførslu. Bólkurin hevði ikki verið á palli í 16 ár, tá teir gjørdu comeback. Og tað var vorðið sum comeback, tí bólkurin spældi framúr væl, og teir framførdu allar teir gomlu klassikararnar.
Hesa framførslu kunnu fólk uppliva aftur í sendingini í Sjónvarpinum leygarkvøldið kl. 22.00.




