Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt avtalu við Uppsalahaga um keyp av 14000 m2 til ídnaðarøki við sjóvarmálan sunnan fyri bátahylin á Borðoyavík.
1. byggistig gevur 7-8 grundstykki, og góður møguleiki er fyri fleiri.
Full semja er í býráðnum um at fremja verkætlanina skjótast tilber, og ætlandi verða fyrstu stykkini tøk seinni í ár.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri upplýsir, at samráðingar seinastu tíðina hava verið millum býráðsumsitingina og umboð fyri Uppsalahaga um hetta keypið, sum nú er komið upp á pláss.
– Tað hevur skund hjá kommununi at útvega fleiri ídnaðargrundøki, og tí fegnist eg stórliga um, at henda avtala við Uppsalahaga nú er gjørd, sum ger tað møguligt hjá kommununi at koma víðari og byrja at fyrireika sjálvt byggibúningararbeiðið, sigur borgarstjórin.
– Kommunan hevur seinastu árini selt ella leigað eini 10 økir til vinnuvirki í Klingrugarði og á havnaøkinum. Men fleiri umsóknir liggja, og virkir eru, sum hava bíðað í fleiri ár, millum annað tí, at kommunan ikki hevur havt økir til júst teirra tørv. Fyrispurningar koma eisini dagliga til umsitingina um ídnaðarøkir til ymisk endamál. Tí er ætlanin, at hendan útstykkingin skal vera til blandaðan ídnað, og virkini, sum eru skrásett á bíðilistanum hjá kommununi, fáa fyrst tilboð um eitt øki.
Borgarstjórin er sannførdur um, at hetta nýggja ídnaðarøkið, tætt við munnan á Norðoyatunlinum, liggur sera væl fyri, bæði í mun til býin og við sera góðum ferðslumøguleikum til restina av landinum.
– Í sambandi við nýggju vegaføringina til Norðoyatunnilin er nýggj íbinding gjørd til bátahylin, og hendan verður eisini atkomuvegur til nýggja ídnaðarøkið.
– Hesin atkomuvegur er gjørdur við framtíðini í huga, og stórir treylarar sleppa ótarnaðir tvørtur um íbindingina. Ætlanin er at tilevna útstykkingarvegin soleiðis, at arbeiðast kann víðari við vegi út á Taravík, har eitt annað býarskipanarliga áhugavert øki er.
– Full semja er í býráðnum um, at nýggja ídnaðarøkið á Borðoyavík skal fremjast skjótast tilber, og ætlanin er, at fyrstu stykkini skulu latast seinni í ár, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri í stuttari viðmerking.




