Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltsambandið fer ikki at fylgja ítróttardómstólinum

John William Joensen

Í løtuni er óvist hvussu verður við steypakappingini í ár, tí trupult verður at avgreiða dystirnar áðrenn landskappingin endar

Nú tað er greitt at HB hevur trekt fútabannið aftur fer kappingarnevndin hjá FSF at áseta nær seinastu dystirnir í kappingini um løgmansteypi skulu leikast.
Fótbóltssambandið hevur gjørt greitt at teir viðurkenna ikki rættin hjá ítróttadómstólinum at viðgera mál um leikaraloyvir og tí fer FSF undir ongum umstøðum at fylgja eini niðurstøðu frá ítróttardómstólinum.
Men um hugt verður eftir kappingini so er ikki lætt at fáa dystir inní millum og tað kann so í øllum førum ikki vera rætt at leggja dystirnar soleiðis at teir kunnu ávirka landskappingina hjá teimum liðunum, sum enn eru í steypakappingini.
Tí er rættuliga sannlíkt at finalan verður leikt eftir at landskappingin er liðug og so er eisini spurningurin hvar hon skal leikast.
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Bóltfelag, sigur við Norðlýsið at Tofta leikvøllur hevði verið ein sera passandi karmur kring finaluna um Løgmanssteypið.
– Nú B68 ikki er í steypakappingini er vøllurin jú neutralur, og rammurnar eru sera góðar. Vøllurin er sera væl fyri og tá finalan ikki longur kann vera á Ólavsøku er eingin orðsøk til at hon absolutt skal vera í Gundadali.

Positivur fundur
Óli Holm, formaður í FSF, sigur í stuttari viðmerking til Norðlýsið at tað var ein positivur fundur millum FSF, ÍSF og HB í morgun.
– Partarnir løgdu síni sjónarmið fram og í heila tikið haldið eg at talan var um ein positivan fund.
– Vit kunnu fegnast um at HB nú hevur trekt málið úr fútarættinum soleiðis at vit kunnu avgreiða kappingina.
– At HB velur at fara tíl ítróttardómstólin hjá ÍSF havi eg ongar viðmerkingar til.
– ÍSF er ein sjálvstøðugur felagsskapur og teir mugu gera tað teir meta er rætt.
Tað hevur ljóða at FSF ikki vil útflýggja skjøl til ítróttardómstólin, men hesum vísir formaðurin í FSF aftur.
– So vítt eg veit so hava teir fingið skjølini sum teir hava biðið um frá dómsnevndini, og hvørja niðurstøðu ítróttardómstólurin kemur til havi eg so onga viðmerking til.