Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdar vitjanir á Sjómannadegnum

John William Joensen

Sum kunnugt verður skipað fyri sjómannadøgum í Klaksvík í døgunum 16. til 20. august. Umframt stóra familjudagin við kappingum og øðrum á Stongunum leygardagin 19. verður skipað fyri ymiskum um fisk og fiskivinnu hinar dagarnar.

Fríggjadagin 18. august verður skipað fyri eini Fiskivinnuráðstevnu í Klaksvík. Tað er Reiðarafelagið, sum saman við Meginfelag Útróðrarmanna og øðrum skipar fyri. Ætlanin er at á Fiskivinnuráðstevnuni skal millum aðrar kendi íslendski blaðmaðurin og altingslimurin Magnus Thor Halsteinsson halda fyrilestur.
Magnus Thor Halsteinsson er fyrrverandi blaðmaður á Fiskaren og hevur holla vitan um tað sum fyriferst í fiskivinnuni. Umframt Magnus vera eisini fleiri aðrir fyrilestrarhaldarar. Eftir ætlan endar dagurin við einum borðhaldi um kvøldið.
Sunnudagin 20. august fær Sjómannadagurin forvitnisliga vitjan av Ken Knox úr Hull. Tað er Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, ið hevur fingið hesa vitjan upp í lag.
Ken Knox. Ken Knox er 70 ára gamalur og hevur hann verið á sjónum í eini 50 ár. Han er nú formaður fyri Royal National Mission to Deep Sea Fishermen. Hann hevur fiska við enskum trolarum við Føroyar, Ísland og við Grønland og harafturat hevur hann verið nógv saman við føroyingum.
Ken sigur millum annað við Óla Jacobsen í Fiskimannablaðnum, at bretskir fiskimenn vóru betri kendir undir Føroyum enn føroyingar, og Ken veit hvat hann tosar um, tí hann hevur verið nógv við trolara undir Føroyum og eisini hevur hann roynt seg sum skipara á enskum trolara undir Føroyum.
Tá føroyingar í 70 unum byrjaðu at royna við troli undir Føroyum, máttu teir biðja skiparar úr Aberdeen koma at leiðbeina teimum.
Óivað verður hetta ein spennandi løta, tá Ken Knox fer at siga frá við orðum og myndum í Atlantis sunnudagin 20. august.

Tit ið hava hug at vitjað, takið børnini við
Sjómannadagurin er ætlaður sum ein familjudagur. Saman við Klaksvíkar Býráði og Føroya Banka hevur borið til einaferð enn at skipa so fyri at øll tiltøk á Sjómannadegnum eru ókeypis fyri børn og vaksin, tað einasta tær nýtist at hava við er gott lag og eitt opið sinnið.
Tað einasta sum gjaldast skal fyri er um ein ynskir eitthvørt til matnað ella um ein ynskir at luttaka í Dansinum, sum verður fyriskipaður leygarkvøldið, alt annað er ókeypis.
Ímeðan Fiskivinnuráðstevnan er fríggjadagin, er ætlanin at skipa fyri eini fiskikapping við Kósabrúnna fyri børnum. Eisini fara børn at senda fløskupostar í Kalsoyarfirði onkran av døgunum.
Meira um Sjómannadagin tá vit koma aftur av summarfrí.
Í nevndini fyri Sjómannadagin sita Niclas Heri Jakupsson, Oliver Joensen, Finn Baldvinsson, Jákup Eydnugarð, Magnus P. Joensen, John William Joensen og Ólavur Poulsen. Nevndin er saman við Føroya Banka og Klaksvíkar Býráð, fyrireikarar til Sjómannadagin.

Oliver

Harleywoodpaint