Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gekk skjótt hjá Norrønu at leggja at

John D. Olsen

Tað gekk rættiliga skjótt hjá Norrønu at leggja at norðuri í Ánunum í kvøld.

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, var og tók ímóti, tá Norrøna silgdi inná Ánirnar, fyri stuttari løtu síðan. Hann heldur, at tað er merkiligt at so nógv skuldi til, fyri at fáa Norrønu hendanvegin. Atløguviðurskiftini norðuri á Ánunum eru tey bestu í landinum. Tað tók bert 2 – 3minuttir hjá risastóra ferðamannaskipinum at leggja at, sigur hann.

Eg haldi sjálvur at tað er besta atløguplássið í landinum. Skipini kunnu sigla inní móti við fullari ferð, áðrenn tey taka av, og eingin vandi er fyri at tey taka botn, tí her er rættiliga djúpt, sigur Steinbjørn Jacobsen

Harleyfacadeacryl