Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá GLITNIR

Hannefía Joensen

KARAOKE og vísukvøld, mikukvøldi og hóskvøldi

KARAOKE mikukvøld. Eftir at tey síðstu fríggjakvøldini hava eydnast sera væl sum KARAOKE kvøld, fara vit at royna hetta eisini mikukvøld.
Byrjað verður nú mikukvøldið 19. juli kl. 20 – 23.30.
Hóskvøldið 20. juli verður vísukvøld við Stanley Samuelsen í Glitnum.
Byrjað verður kl. 21.00, vísukvøld er sera vælumtókt – har møguleiki er at sita og práta og lýða á góðan vísutónleik.
Stanley er eyðkendur vísusangari, og vit í Føroyum kenna hann frá fleiri fólkakærum vísum.
Lagt er upp til gott vísukvøld, har høvi veruliga verður at hugna sær.
Stanley Samuelsen hevur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísusangari í Føroyum, men so sanniliga eisini í okkara grannalondum.