Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stígur í fólkavøkstri orsaka av ov fáum mammum í Føroyum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Nýggjar framskrivingar avdúka, at fólkatalið í Føroyum fer at steðga upp um nøkur ár. Hetta fær avleiðingar fyri arbeiðsmarknað og almennu útbyggingarnar komandi árini.

Nógv okkara hava havt ta fatan, at fólkatalið í Føroyum fer at vaksa í nógv ár afturat, tí føroyskar kvinnur fáa fleiri børn enn í hinum londunum í Vesturheiminum. Framskrivingar vísa nú, at hóast kvinnur í Føroyum fáa lutfalsliga nógv børn, eru ov fáar av teimum, og hetta viðførir, at loftið fyri fólkatalinum í Føroyum verður rokkið um nøkur ár.
Hesum greiðir Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur frá í grein í Frøði, sum er komið í handlarnar. Greinin lýsir, hvørjar avleiðingar henda gongd kann fáa fyri samfelagið, almennu útbyggingarnar og arbeiðsmarknaðin.

Føroyskar kvinnur hava bretskan uppruna,
meðan føroyskir menn hava skandinaviskan uppruna. Hesar niðurstøður koma fram í kanning hjá Augusti Wang, lækna og psykiatara. Slíkar ílegufornfrøðiligar-kanningarnar kunnu vera við til at varpa ljós á søguliga upprunan hjá føroyingum.

Oljufeløg bora í løtuni eftir olju í Føroyum,
og útlitini eru áhugaverd, hóast oljan enn ikki er funnin. Hetta gevur okkum høvi at líta aftur um bak saman við Hera Ziska, jarðalisfrøðingi, sum greiðir frá úrslitunum av teimum fýra oljuleitiboringinum, sum higartil eru framdar í føroyskum sjógvi. Marjun-boringin fann 170m av oljuberandi løgum, men samansetingin av grótløgunum ger, at framtíðarætlanirnar fyri hendan brunnin ikki eru lagdar enn.

Føroya Fróðskaparfelag gevur út Frøði
í samstarvi við granskingarstovnarnar í Føroyum. Í blaðnum hesuferð eru greinir um, hvussu mytan um brennivínsdansin kom við vekingarrørslunum, um fornan bjørkaskóg í Klaksvík, føðina hjá súluni og lívið hjá tvístertuni.

Frøði kostar kr 48 í leysasølu og kemur út tvær ferðir um árið. Tað ber til at gerast haldari fyri kr 85 um árið og fáa blaðið sent.