Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ smádreingir standa seg væl í kapping í Århus

Norðlýsið

KÍ smádreingir hava vunnið seg fram til endaspælið í altjóða fótbóltskapping í Århus.

KÍ smádreingir eru í hesum døgum við í stórari fótbóltskapping í Århus, har lið úr 19 londum taka lut. Umframt KÍ eru piltar hjá ÍF og dreingir hjá MB/SÍ eisini við í kappingini, sum gongur undir navninum Football Festival Denmark.

KÍ smádreingir hava spælt fýra dystir í einum bólkaspæli, og teir hava vunnið tríggjar av dystunum. Fyrsti dysturin var ímóti Kampala Kids úr Uganda, sum er stórfavorittur til at vinna kappingina, og KÍ tapti 3-0. Dysturin var rímiliga javnur, og væl inn í seinna hálvleik var støðan 1-0. Móti endanum skoraði Kampala tvey mál afturat.

Síðani spældi KÍ ímóti Skovbakken og vann 5-0. Í dag hava KÍ smádreingir spælt tveir dystir. Fyrst ímóti danska felagnum Raklev, og her smurdi KÍ Raklev av 9-0. Síðani vann KÍ 5-2 ímóti AIA/Tranbjerg, sum er vertur fyri kappingini.

Kampala Kids vann bólkin við fullum stigatali, meðan KÍ var klárt nummar 2. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum av teimum trimum innleiðandi bólkunum koma víðari til A-endaspælið.

Nú verður spælt eitt millumspæl við tveimum bólkum á trý lið. KÍ skal hósdagin spæla ímóti FC Nordsjælland, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil, og fríggjadagin ímóti norska Storhamar. Tvey tey fremstu liðini í millumbólkinum koma í hálvfinalurnar.

Meira kann lesast um dystirnar hjá KÍ smádreingjum í Football Festival Denmark á heimasíðuni hjá KÍ, www.ki-klaksvik.fo