Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj kafé á Summar Festivalinum

Norðlýsið

Hósdagin kl. 16.00 letur serliga festivalkafé upp í Klaksvík, og frá kl. 18.30 ber til at býta atgongumerkini um við armbond á kaféðini

Nýggja festivalkaféðin heldur til miðskeiðis á festivaløkinum í gamla bakarínum hja Haldor Holm, ella har EL-IN hevði handilshøli til fyri nýliga.
 
Á kaféini fáast vanliga kafévørur so sum kaffi, te, kakao, kakur, og eisini ber til at keypa góðgæti, poppkorn og grýturætt.
 
Frá kl. 18.30 hóskvøldið ber til at fara á festivalkaféina og býta atgongumerki um við armbond, sum øll, ið ætla sær á festival, skulu bera um handliðið.